Hvør er tittulin nú?

Hvat er man, tá man missir eitt barn?

Einkja - tá man missir mannin
Einkjumaður - tá man missir konuna
Móðurloysingur - tá man missir mammu sína
Faðirloysingur - tá man missir pápa sín
Foreldraleysur - tá man missir bæði foreldrini

...men hvat er man, tá man missir eitt barn?

Eitt orð er "barnloysi" - men tað er nakað annað. Eg eri ikki barnleys. Eg havi tvær gentur - og so ein drong, sum er í himlinum.

Hvat ger tað so meg?

Hví er einki heiti fyri foreldur, sum missa børn?
Hví er einki mál, sum hevur eitt heiti fyri hesa støðuna?

Ein av teimum vísu gestunum, sum vitjaði meg ein dagin, helt, at tað mundi vera tí, at tað er ov svárt at seta orð á.

- Um vit geva tí eitt heiti, so viðurkenna vit samstundis eisini møguleikan fyri, at tað kann henda. So viðurkenna vit møguleikan fyri, at foreldur kunnu missa síni børn. Og tað er ein ov ræðulig staðfesting - tað makta vit ikki at hugsa um.

Tað kann væl vera, at hon hevur rætt.

Tá tú ikki hevur mist eitt barn, er tankin um, at tað kann henda, so ræðuligur, at man als ikki orkar at hugsa hann til fulnar.

Men eftir at tað ringasta longu er hent...

Tá hava vit tørv á einum heiti - einum snøggum, sigandi, neutralum heiti - sum kann staðfesta støðuna.

Tí meðan tað er ringt at hugsa um møguleikan at missa síni børn, áðrenn man hevur roynt tað - so er tað eisini ringt ikki at fáa definerað hesa støðuna - annað enn at greiða ókunnugfólki frá um "jú, vit áttu so eisini ein drong afturat, men hann doyði knappliga í februar, 12 ára gamal".

Á enskum veit eg, at fleiri mammur kalla seg "loss moms". Miss-mammur. Mammur, ið hava mist. Tað er eitt óofficielt heiti. Sum tær bara sjálvar eru farnar at nýta. Tí tað er tørvur á einum slíkum neutralum orði, tá tær skulu umrøða seg sjálvar.

Sjálv havi eg ongantíð áður hugsað um tað. Fyrr enn nú. At einki slíkt heiti er.

Men tann ræðuligi veruleikin - at jarða síni børn - er reellur fyri so sera nógvar føroyingar. Tað eru so sera nógv fólk í Føroyum, sum hava mist eitt ella fleiri av sínum børnum.

Eg havi ikki varnast, hvussu stórur tann skarin er, fyrr enn hesar seinastu vikurnar, nú eg sjálv eri komin uppí hann.

Eg haldi, at hesin stóri skarin átti at fingið eitt snøgt orð.

Tað er ein stórur skari av... hvørjum?

Hvat heiti kundi eyðmerkt foreldur, sum hava mist eitt ella fleiri børn?




Kommentarer