Ein leygardagur í Barcelona

Eg minnist.
Hvussu eg skundisliga savnaði alt tað, vit høvdu brúk fyri, og alt tað, vit kanska fingu brúk fyri.
Eg minnist, hvussu glaður tú vart, tí vit fóru út.
Hvussu vit smekkaðu brúnu hurðina við gylta knobbalásinum, nikkaðu blídliga til sigarroykjandi, bláklædda durðavørin við leðurhúð og einari tonn.
Eg minnist, hvussu sólarljósið blendaði okkum, tá vit komu útum.
Hvussu sólin varliga prikaði í húðini, sum vaknaði hon úr dvala.

Minnist ljósu gongubreytarflisarnar við blómumynstrinum mitt í. Rútmiska ljóðið av tínum koyristóli eftir flisunum.
Minnist stinkin, tá vit gingu framvið hundaparkini, har hundaeigarar lótu hundar sínar gera síni ørindi undir litføgra listarverkinum "kvinnan við fuglinum" hjá Miró. Hon hevjaði seg errin høgt yvir øll og alt - eisini hundalortarnar.
Minnist larmin frá Plaza de España - ótolnir floytandi bilar, prutl, tónleikur, fólk og springvatn - og hvussu vit har máttu zig-zagga millum flokkar av ferðafólkum við kortum og kamera'um, sum ikki høvdu stundir at hyggja upp og bara vera.
Minnist endaleysu bilrøðirnar á Gran Via. Hvussu pálmarnir báðumegin breiðu gongubreytina millum bilbanarnar kastaðu ein behagiligan skugga.
Eg minnist, hvussu tú hvakk, tá ein motorsúkkla larmandi streyk forbí. Hvussu hvøkkurin sló út í kroppin, armarnir spentust upp í loft - og hvussu tú so flenti, tá skelkurin rann av tær.

Eg minnist kvinnuna í frukthandlinum, sum gav tær mandarinir.
Para el niño. Que guapo. Que guapo es.
Minnist angan av nýhentaðu mandarinunum, sum vit bæði steðgaðu á at eta. Í sólini.
Hvussu søta saftin rann eftir høkuni á tær, vætti tína t-shirt.
Hvussu skjótt tað tornaði aftur í hitanum.
Minnist, hvussu eg boygdi meg framav, so eg kundi halda um teg, meðan vit trillaðu. Lat mínar armar  liggja niður eftir tínum ørmum. Helt um tínar hendur. Lat høkuna hvíla á tíni øksl.
Minnist, hvussu heimurin sá út úr tínum perspektivi.
Eg og tú. Mitt í verðini.

Eg minnist, hvussu vit sugu lív, ljós og litir í okkum á Plaza Cataluña.
Mitt í rokanum. Til fólkaveitlsur. Demonstratiónir. Framsýningar.
tikk tikk tikk tikk ljóðaði tað, tá koyristólurin koyrdi eftir flisunum.
klakk klakk klakk klakk ljóðaðu mínar sandalir.
Eg og tú. Í sólini.

Minnist, hvussu vit steðgaðu á at geva tær vatn og medisin. Seta matmaskinuna frá.
Minnist eyðkendu bippini frá maskinuni. Minnist rillurnar á endanum av sproytustemplinum móti tumlinum. Minnist angan av kleiggjuta medisininum.
Minnist, hvussu fólk hugdu. Hvussu lítið vit løgdu í tað.
Eg og tú. Í sólini.

Eg minnist, hvussu vit smáprátaðu allan vegin. Um alt, vit sóu á vegnum.
Hvussu eg allatíðina setti orð á alt - fyri teg. Spurdi og svaraði fyri teg.
Um ymisk fólk, vit sóu. Um luktir og ljóð. Um spanska málið. Um barselonsku søguna. Um munin á protestantum og katelikkum. Um tíð. Turistar. Tyngdilógina.
Eg og tú. Í sólini.

Eg minnist, hvussu vit hildu fram oman í gamla býarpartin, har vit við vilja viltust á smølu gøtunum.
Hvussu eg mátti trilla teg á tveimum hjólum, tí smáu svingutu forhjólini og smáu knortlutu brúgvasteinarnir ikki riggaðu saman.
Hvussu tú hoppaði og ristist í stólinum. Hvussu tú flenti, har tú lá afturav og hugdi uppá meg. Hvussu eg mátti spenna í ørmunum og búkinum fyri at halda tær í javnvág.
Hvussu eg flenti at tær.
Eg og tú. Í skugganum.

Vit funnu løgnar, smáar handlar. Vit keyptu postkort. Bøkur. sandalir.
Onkur bjóðaði tær bomm. Annar litblýantar. Triði kryddarí.
Que guapo. Que guapo es. Que le pasó?
Minnist, hvussu eg á sponskum royndi at greiða frá, hvat var hent tær. Mínum vakra dreingi.
Vit gingu víðari. Allastaðni og ongastaðni.
Drigin av sól og skugga. Ljóðum og litum. Áttu verðina.
Eg og tú.

Minnist, hvussu vit komu út úr gamla býarpartinum onkustaðni mótvegis Barceloneta.
Hvussu vit steðgaðu á at keypa ís á Viokoko.
Yndisísarnir.
Eg mátti gjalda fyri mín. Men ikki tú.
Para el niño. Un regalo.
Eg minnist grøna beinkin uttanfyri. Minnist, hvussu hann brendi baklørini, tá eg setti meg.
Minnist, hvussu væl mín kirsuberjaísur við sjokolátu smakkaði. Og tín - Bananasplit, æt hann. Minnist, hvussu skjótt ísurin smeltaði. Rann flógvur niður eftir handabakinum, niður um skøvningin og dryppaði á vegin.
Minnist, hvussu vit flentu.
Pottað av at eta ís.
Eg og tú. Í sólini.

Minnist, at eg gav tær vatn, meðan vit hugdu at skateborarddreingjunum.
Minnist, at tú flenti hart, tá teir duttu. Minnist, at teir eisini flentu. At tær. Við tær.
Stóra smílið. Við eini nýundankomnari, hálvari framtonn við rillum.
Minnist sólstroyddu frøknurnar undir svørtu sólbrillunum við styrki. Eisini tær fekst tú.
Til dreingin, segði føroyski brilluhandilsmaðurin. Ein gáva.
Eg minnist, hvussu vit spákaðu framvið Barceloneta strondini.
Eg og tú. Í sólini.
Hoyrdu aldurnar. Merktu lívið.
Minnist, at vit tosaðu um, tá vit seinast svumu har. Men ikki í dag. Í dag bara trillaðu vit, sjálvt um tú vildi svimja.
Minnist, hvussu eg gekk við síðuna av tær á breiðu, sløttu flisapromenaduni og trillaði teg við einari hond, so eg við hinari kundi leiða teg.
Minnist hondina. Sum nú slett ikki var føst knýtt um tummilin, líkasum í norðurlendska kuldanum. Nú var hon avslappað. Hekk niður - og tók av og á í hjólið.
Minnist bleyta lógvan. Vøkru fingrarnar. Avlongu neglirnar. Og tummilin, sum eg kundi bretta afturá.
Minnist fráveruna av spenningum.
Eg og tú. Í sólini.

Minnst hin lítla pirin millum strendurnar.
Minnist bláa teppið, sum eg hevði við. Minnist, at eg loysti korsettið. Lyfti teg úr. Niður at liggja. Úr sólbrillunum. Úr sandalunum. Úr t-shirtini.
Minnist, at eg skifti tær, tá eingin var í nánd. Var glað. Eg hevði givið tær nokk av vætu í hitanum.
Vit skrivaðu postkortini.
"vit hava tað so deiligt" skrivaðu vit.
Tað høvdu vit.
Eydna. Og eydnusonurin.
Eg og tú. Í sólini.

Eg minnist flúgvararnar, sum støðugt flugu um djúpa, skýfría, ljósabláa himmalin.
Angan av paella og saltvatni.
Sólspælið í tínum ljósa hári.
Eg segði tær, hvat vit kundu skriva á postkortini. Tú segði mær, hvat tú helt vera gott. Tað skrivaðu vit.
Á tí bláa teppinum. Á pirinum. Í sólini.
Tíðin var ein teori.
Umheimurin var ein hugmynd.
Tað einasta, sum var, vóru eg og tú. Ikki tveir einstaklingar, men ein eind. Vit. Og so summarfuglarnir í mínum búki.
"Heldur tú ikki, vit hava tað gott, Benjamin?" segði eg.
"Aaahhh" segði tú.
"Tað haldi eg eisini" segði eg.
Tú lá í froskastøðu við knøunum út frá kroppinum og hevði mín arm sum kodda.
So lógu vit bara har. Inntil tú aftur vildi trilla. Inntil løtan ikki longur var tær nóg mikið.
Tú vildi uppliva. Síggja. Vera á ferð.

Eg minnist, at eg lat teg í eina turra t-shirt, sum eg hevði tikið við, um so var, at vit fingu tørv á henni.
Hin var vát av sveitta.
Aftur í svarta, heita korsettið. Minnist, hvussu skjótt vandu fingrar mínir spentu klovreimina, miðjureimina og akslareimarnar.
Hvussu eg hugsaði um at lyfta við beinunum og hava strektan rygg, tá eg lyfti teg.
Eg minnist, at eg hugsaði, at tú vart við at verða tungur.
Og eg minnist, at eg hugsaði, hvussu tryggur tú vart. Hvussu nógv tú leit á meg. Hvussu tú smílti títt skeiva skálkasmíl, hvussu grágrønu eyguni skygdu í sólini, meðan tú hekk í leysari luft - bara í mínum ørmum.
Eg minnist, hvussu eg lyfti teg og slongdi teg niður í stólin.
Eg minnist, hvussu tú flenti, spjálkaði og spenti rumpuna fram, áðrenn eg fekk fest teg í stólin.
"Benjamin, din bandit", flenti eg.
Tú flenti harðari. Spjálkaði enn meiri.
Eg lyfti teg aftur. Setti rumpuna afturímóti ryggleninum. Skundaði mær flennandi at festa teg.

Eg minnist, at eg spurdi teg, hvønn veg, vit skuldu fara.
Tú valdi. Ikki sama veg heimaftur. Síggja meiri. Uppliva meiri.
Vit fóru ígjøgnum Parque Ciutadella.
Steðgaðu á við vakra, turkislitta springvatnið við gyltum hestum og vatnspýtandi drekum.
Gingu undir pálmunum. Í hvassa grasinum. Og á eyrgøtuni. Minnist støvrokilsið fyri hvørt fótafet.
Ljóðið av hjólum móti eyri.
Minnist, hvussu tað kendist at leggja hondina niður á høvdið á tær, meðan vit koyrdu. Kína tær um høvdið. Ruspa teg um ljósa, nýkliptað hárið við hanakambinum.

Minnist, hvussu skuggarnir longdust.
"Ert tú kaldur?" spurdi eg.
Einki svar.
"Heldur ikki eg", svaraði eg.

Vit gingu heim. Á Plaza Cataluña ruddaðu tey nú av.
Minnist, at vit steðgaðu á eina løtu fyri at hyggja at kranabilinum, áðrenn vit gingu framvið blinda manninum, sum sang og biddaði. Eg greiddi tær frá um biddarar. Svaraði uppá tín óspurda spurning, at vit fóru at geva honum pengar ein annan dag.
(tað gjørdu vit kortini aldrin)

Eg minnist, hvussu væl eg eftirhondini kendi sprekkurnar í flisunum. Visti, hvar tað hoppaði óbehagiliga hjá tær. Hvar eg skuldi koyra varliga, hvar eg kundi koyra hart.
Eg minnist, at eg gekk skjótt, so vit skuldu koma heim, áðrenn tú bleiv kaldur.
Framvið hornacaféum í hópatali. Framvið ljóskurvum og upp og niður av gongubreytarkantum.
Niðan móti Avenida Roma, har vit kundu renna.
"skulu vit rallast, Benjamin", spurdi eg - og visti longu svarið.
"Aahh", svaraði tú avgjørdur.
Og so rann eg við tær. Tú spjálkaði. Flenti. Tað gjørdu gomlu fólkini á beinkjunum, sum nú vóru komin út at njóta sólsetrið, eisini.

Tú fekk fólk at flenna við tínum látri. Tú gavst fólki perspektiv. Tí tá tú flenti - áttu tey so ikki eisini at gjørt tað?

Eg minnist, at vit gingu ímóti streyminum. Fólk vóru á veg út. Vit vóru á veg heim.

Vit komu heim. Inn á blankhvíta, slætta marmorgólvið í forhøllini í íbúðarbygninginum, har vit búðu.
Heilsaðu vinarliga okkara sigarroykjandi, bláklædda durðavøri við leðurhúð og einari tonn.
"Hola"
"Hola"
Eg setti lykilin í gylta knobbalásið á myrku træhurðini á veghæddini.

Eg og tú. Heima aftur.
Tú vildi sleppa úr stólinum. Eg vildi sleppa at seta meg niður eftir góðar 21 kilometrar av túri hendan leygardagin í sólini í Barselona.
Minnist, at vit settu okkum í reyðu sofuna við blomstruta filtteppinum.
Lósu bøkur. Tú fekk masku. Klemmaðust inntil svøvnurin tók teg, og eg ballaði meg hjá tær undir tunnu lakdýnuni.

Eg og tú.

Eg minnist..




Kommentarer

  1. So vakurt skriva góda! Eg ferdadist aftur til Barcelona har eina lötu!

    SvarSlet

Send en kommentar