Ein skirvisligur fløvi av gleði
Átta vikur eftir at Benjamin doyði, kendi eg fyri fyrstu ferð aftur ein lítlan fløva av gleði.
Tað var úti í frískari luft saman við Óluvu Lín. Vit runnu - hon so skjótt, sum hon kláraði - og vit flentu.
Eg havi ofta flent tær átta vikurnar áðrenn hetta. Men eg havi ikki kent nakra gleði.
Eg kann gott konstatera, tá okkurt er gott. Antin ein løta ella ein støða ella ein uppliving.
Eg síggi tað, eg staðfesti tað, eg virðismeti tað.
Men eg MERKI tað ikki. Eg FØLI antin einki - ella føli eg sorg.
Men hendan dagin, í várligum kulda og setandi sól, meðan vit báðar runnu oman brekkuna, og Óluva Lín flenti hart av eydnu, føldi eg eitt evarska lítið streyf av gleði.
Ikki ein sovorin grund-gleði, sum merkist í øllum kroppinum. Ikki eingang ein sórin gleði, sum bara merkist í búkinum.
Tað var bara eitt evarska lítið strok inni í bringuni - og so var tað horvið aftur.
Men eg var ikki í iva um, hvat tað var.
Líka sum man ikki er í iva, tá sólin knappliga brýtur ígjøgnum tann annars døkka vetrarhimmalin og tú snarar høvdinum ímóti henni við blundnadi eygum; letur hana kína tær um snýðið eina lítla løtu, áðrenn hon hvørvur aftur eins brádliga, sum hon kom - og tað síðani aftur bara er myrkt, kalt og vetur.
Eg eri takksom. Fyri alt tað, eg hevði, fyri alt tað, eg havi, fyri øll tey, sum stútt og støðugt vísa mær so stóra umsorgan.
Eg merki stóran kærleika. Til øll tey, eg eigi eftir. Til Benjamin. Og til øll tey, ið eisini hava mist.
Eg virðismeti alt tað, eg havi. Eg síggi, varnist og veit, at eg havi so ómetaliga nógv at vera glað um.
Men eg merki bara ikki gleðina.
Eftir átta vikur kom eitt lítið streyf - og í síðstu viku kom aftur eitt. 10 vikur eftir, at Benjamin fór.
Tað var framvegis ikki ein djúp kensla, ei heldur ein varandi kensla.
Tað var ein skirvisligur fløvi av gleði. Men hann var har.
Gleðin var har. Eina lítla deiliga løtu saman við gentunum og Ragnari.
Tað er ikki nógv í mun til ta ovurstóru gleðina, sum eg altíð havi havt.
Men sjálvt um tað er lítið, er tað meiri enn einki.
Og tað gevur mær mót.

Tär löturnar fara nokk at gerast fleiri góda! Tad tekur bara tíd! KLEM
SvarSlet