Ongantíð, nakrantíð aftur..
"Aldrin aftur" hevur fingið ein nýggjan týdning.
"Aldrin aftur" hevur - inntil Benjamin fór - merkt, "treyðugt" ella "møguliga ikki" ella "nokk ikki aftur - um eg ikki umbestemmi meg" ella okkurt annað minni definitivt enn tann týdningurin, sum "aldrin aftur" nú hevur fingið.
"Aldrin aftur" merkir nú veruliga "aldrin - ongantíð, nakrantíð aftur, so leingi eg livi". Tað er hart og kontant og knívsskorið - og tað er einki, sum bloytir tað.
Aldrin aftur mussa títt fitta, vakra snýði. Aldrin aftur mussa teg niður á nasaryggin - í lítlu lægdina millum eyguni. Beint har, sum eg altíð havi mussað teg - heilt síðani tú vart nýføðingur.
Aldrin aftur strúka hendurnar eftir pannuni ella kjálkunum ella ígjøgnum hárið.
Ongantíð aftur mussa teg á munnin - og so síggja teg skrædna av látri, tí tú læt munnin upp, so eg í staðin mussaði teg mitt á framtennirnar.
Ongantíð aftur. Nakrantíð. So leingi eg livi.
Men kortini, Benjamin.. Kortini geri eg tað í mínum huga.
Í kvøld boyggi eg meg innyvir teg, har tú liggur í seingini og svevur so friðsælt - kanska hevur tú enntá lagt armarnar upp um høvdið, og tá veit eg, at tú hevur tað ordiliga gott og svevur væl. Kanska smílist tú - ella flennir enntá í svøvni. Og eg standi smílandi og eygleiði teg í veika ljósinum, meðan eg gevi tær seinasta medisinið og vatnið áðrenn náttina.
Í mínum huga merki enn bæði hitan og angan av tær - so klárt, sum um tú sat her beint við síðuna av mær.
Eg leggi hondina á pannu tína og strúki tær varliga upp móti hárinum, sum eg plagdi. Hondin minnist tað enn so væl, at bara við tankan sendir hon boð til heilan um, hvussu tað kennist. Sum eg siti her upplivi eg veruliga - í tonkunum - at strúka tær um hárið. Nú var tað helst farið at ljósna av sólini, kann eg ímynda mær.
Og í kvøld, Benjamin, mussi eg teg varliga, so tú ikki skalt vakna, mitt niður á nasaryggin í ta lítlu kulluna millum eyguni. Har eg altíð mussaði teg. Og eg veit júst hvussu tað kennist, og eg upplivi tað og merki tað, um eg bara hugsi um tað.
Og sjálvt um tú ikki ert her, so ert tú so ljóslivandi fyri mær, tá eg blundi. Og allir mínir sansir merkja teg, síggja teg, kenna angan av tær - so klárt og týðiliga, at tað næstan kundi verið veruleiki.
Og so teski eg, at Jesuspápi má eiga teg og ansa eftir tær, áðrenn eg spakuliga fari oman á fótalagið og klemmi varliga um mjúka, fitta fótin undir dýnuni, so fari eg, vendi mær á aftur í hurðini at hyggja, um tú liggur nóg væl og fari so inn at busta tenn.
"Aldrin aftur mussa teg" merkir nú veruliga aldrin, nakrantíð aftur mussa títt fitta frøknustroydda snýði.
Men kortini geri eg tað hvørt kvøld í tonkunum.
Og tankarnir ávirka sansirnar, sum gera tað so veruligt fyri mær, at eg faktiskt merki teg. Eg merki, at eg mussi teg.
Merkir tú tað eisini, mín elskaði Benjus? Merkir tú mussin, sum eg varliga gevi tær beint har í lítlu lægdina á nasarygginum mitt ímillum eyguni?

Kommentarer
Send en kommentar