At varnast tað, sum ikki er..
Nú klokkan fer um midnátt og tað er vorðið 2. páskadagur, eru tað sjey vikur, síðani Benjamin fór.
Men hóast hann er farin, er hann tað kortini ikki. Tað er ikki liðugt. Benjamin er alt annað enn "yvirstaðin".
Eg síggi hann allatíðina. Ella rættari: eg síggi allatíðina, hvar hann ikki er.
Eg síggi hvønn morgun tóma kamarið. Eg síggi hvønn dag tóma staðið í køkinum, har hann altíð plagdi at sita og fáa masku.
Eg síggi góða plássið í gongini, tí eingin koyristólur er har meiri.
Eg kanni hurðar í húsum, eg ikki havi verið í fyrr, fyri at vita, um Benjamin mundi havt sloppið inn.
Eg varnist skógvar, sum standa óruddiliga fyri úthurðina, tí tað einki ger, at teir standa so, nú eingin koyristólur skal forbí kortini.
Eg hugsi, um eg mundi orkað at borið ella trillað hann, um eg fari túr - ella um eg mundi havt sitið við hús og gjørt okkurt annað, sum so mangan - ístaðin fyri at ganga í grasinum ella framvið ánni.
Eg varnist bítandi kuldan og vindin, sum nú einki gera, tí genturnar jú tola væl bæði vind og kulda.
Eg eri pínandi tilvitað um, hvønn eg ikki longur síggi sita aftanfyri í bilinum, tá eg hyggi í bakspeglið.
Tá familjan er savnað, fái eg illa hugsað um annað, enn hann, sum ikki er har. Hóast tað er so ótrúliga gott og deiligt at vera saman við øllum okkara bestu, gerst hansara frávera tá so eyka týðilig.
Tá øll eru savnað, manglar nú altíð ein. Mín!
Eg varnist tey ljóðini, sum nú ikki hoyrast.
Eg merki tey lyftini, eg nú ikki geri.
Eg síggi hann, sum ikki er har.
Allatíðina.

Kommentarer
Send en kommentar