klokkan 04
Úti er náttin myrk. Kvirr.
Einki ljós. Einki ljóð. Klokkan 04.
Úti er náttin sissandi, tolin - bíðandi eftir sólini.
***
Inni er náttin myrk. Vaggar varliga til suðið av sovandi ljóðum.
Tungliga anda tey hvíluna inn. Lættliga blæsa tey avlopið útaftur. Klokkan 04.
Inni er náttin sissandi, blíð, lívgandi.
**
Innaní mær er náttin myrk. Køvandi, kvalandi við hvøllum ljóðum.
Sum ein kleiggjut, tjúkk tjøra rennnir náttin í mínum æðrum.
Fyllir búkholuna. Kroystir magan, so eg vil spýggja, kleimir lunguni, so eg ikki fái luft.
Náttin klínir sítt svarta kleiggj um hjartað, sum roynir at renna undan.
Títtari. Harðari.
Burtur.
Men eingin kann renna frá klokkan 04.
Klokkan 04 kennir øll míni loyndarmál.
Rópar allar mínar misgerðir.
Ýlir um ábyrgdina, eg hevði. Ábyrgdina, eg sveik.
Fleirræddað - við øllum heimsins skríggjum um allan heimsins sálarkvøl - verður avleiðingin aftur og aftur útpenslað.
Avleiðingin, sum eg skal liva við hvønn dag.
Avleiðingin, sum næstan tekur lívið av mær um náttina. Klokkan 04.
Úr náttarinnar tjúkku tjøru innaní mær daga fram myndir.
Av avleiðingini. Deyðanum. Barninum.
Eg eri føst. Kann ikki flýggja, sleppi ikki undan.
Missi aftur í nátt valdið. Klokkan 04.
Nú koma devlarnir við eftirsnaruni. Teir fanga meg í henni og kvøða upp í saman um gerðir, sum kundu verið gjørdar øðrvísi. Burdu verið gjørdar øðrvísi. Áttu at verið gjørdar øðrvísi.
So avleiðingin ikki var deyðin, men lívið.
Týttari og týttari kvøða teir, harðari og harðari gerast devlaýlini - inntil teir spreingjast í túsund bitar.
Bitarnir gerast til smá, ljót skordýr, sum eta meg. Innanfrá.
Gnaga. Gnaga. Gnaga.
Eta seg ígjøgnum mín kropp djúpt inni í myrku, svørtu evjuni. Finna inn í mína sál. Klokkan 04.
So er næstan kvirt.
Nú eru bara deyðssuffini frá gleðini og vónini. Ágangandi afturljóðini hoyrast í sorgleysa svøvninum her í kamarinum.
Ljóðið av hvíld, sum í myrku náttini tungliga verður andað inn, áðrenn avlopið lættliga verður blást útaftur, sementerar mína støðu.
Tí náttin unnir ikki mær nakra hvíld.
Eri føst í køvandi kleiggjuta myrkrinum innaní mær. Myrkrinum við plágandi devlum og gnagandi skordýrum.
Eg hati klokkan 04.
Og klokkan 04 hatar meg.

Kommentarer
Send en kommentar