Tá orðini ikki strekkja..
Nú, hvussu hevur tú tað, spyrja fólk.
Og eg yppi øksl.
Og so nikka fólk.
At yppa øksl sigur teimum meiri, enn um eg skuldi farið at greitt teimum frá.
Tí onkuntíð strekkja orð ikki til.
Hvussu skal eg við orðum lýsa, hvussu eg havi tað?
Eg dugi tað ikki.
Tað eitur alexithymia, tá man ikki megnar at lýsa kenslur við orðum.
Tað plagar annars ikki at vera mítt problem. Orð plaga at koma lætt. Og eg plagi at megna at finna orð, sum lýsa allar mínar støður, tankar og kenslur.
Men tað stóra spektrið av kenslum, sum støðugt rasera innaní mær, blokera fyri heilafunktiónini.
Eg fungeri ikki, sum eg plagi. Sum eg eigi.
Eg gloymi illa. Eg finni ikki orðini, eg ynski at nýta. Eg gloymi, hvat eg yvirhøvur ætli mær at siga. Ella gera.
Men tá míni orð ikki strekkja, kann eg altíð endurnýta orðini hjá øðrum.
Sterkasta og støðugasta kenslan er sorgin, nú eg fati, at Benjamin veruliga er farin.
Síðani er tað tann heilt ófatiligi longsulin, sum merkist í hvørji einastu kyknu í kroppinum.
Allan dagin. Alla náttina. Allatíðina.
Sorgin logar av míni orku, og hon brennir dagliga størsta partin av míni frammanundan lítlu orku.
Men afturat sorgini og sakninum er tað eisini takksemið um tað, sum var. Takksemið um, at eg mintist til at vera takksom fyri alt, eg hevði, meðan eg hevði tað.
Eg veit, at nøgdsemi hongur neyvt saman við takkseminum.
Samstundis elur takksemi eisini fram eina aðra ólýsiliga kenslu, tí hvussu kann eg nú vera nøgd við tað, eg havi, tá eg ikki longur havi alt, eg hevði?
Hvussu kann man niðurtrappa nøgdsemið til at fevna um minni, enn tað gjørdi?
Tá man hevur eina familju uppá 5 - og missir ein fimting - tá man hevur 3 børn - og missir ein triðing - hvussu kann man tá varveita takksemið í somu stødd?
Ikki tí. Eg eri sanniliga takksom fyri tað, eg havi eftir.
Og eg eri takksom fyri tað, eg hevði.
Men eg megni so illa at sameina hesi bæði. At leggja nógv minkaða putlispælið av nýggum, nú ein so týdningarmikil, litfagur og stórur brikkur er horvin - og so bara vera takksom fyri, at tað er so.
Tað klári eg ikki.
At vita, at tú hevur alt, tú ynskir tær, er tað, sum ger, at tú veruliga hevur alt, tú ynskir tær.
Men hvat, um tú ikki longur hevur alt, tú ynskir tær?
Hvat um ein triðingur av tí, tú ynskir tær, manglar?
Hvussu umskipi eg takksemið um tað sum var til takksemi fyri tað, sum er?
Eg haldi, at hetta er tað torførasta av øllum.
Í gjár vóru tað 8 vikur, síðani Benjamin fór.
Eg merki, at fólk vilja hava meg í gongd aftur.
8 vikur. Kom nú víðari. Kom nú yvir tað.
Tá tú fært eitt einfalt beinbrot, er lekingartíðin 6-8 vikur.
Einfalt beinbrot.
Men hvussu long er lekingartíðin, tá tú - øll, sum tú ert - fert heilt og aldeilis í knús?
Hvussu veit man, nær man er klár at fara í gongd aftur, tá eingin røntga kann staðfesta, at nú er alt grógvið saman aftur?
Og so eru tað hesi orðini: koma víðari. Koma yvir tað.
Eg skal ikki víðari.
Eg skal ikki koma yvir tað.
Hetta er tað. Tann nýggi veruleikin.
Altíð.
Og eg má læra meg alt av nýggjum.
At vera. At hugsa. At fungera.
Tí hetta verður tað. Restina av lívinum.
Tað snýr seg ikki um at koma aftur í ta gomlu rilluna.
At halda fram ella at halda á har eg slepti.
Eg má redefinerast.
Umbyggjast.
Umskúlast.
Berið yvir við mær.
Men samstundis, sum eg biði onnur bera yvir við mær, er tað sera ringt at hava tol við mær sjálvari.
Tað er so ringt at minnast til, at ein stór umbygging er í gongd. At alt má umskipast.
Tað er so ringt at minnast til, at sorgarbálið drenar mína orku.
Tað er torført at bera yvir við mær sjálvari, tá eg nú eksploderi og skeldi genturnar í støðum, har eg fyrr hevði óendaligt tol við teimum.
At eg nú reageri negativt, tá eg fyrr reageraði positivt.
Áh harragud, hvat eg til tíðir ikki haldi meg sjálva út.
Ringa samvitskan um manglandi yvirskotið er stór. Og støðug.
Og hon økir bara enn meiri um ringu samvitskuna, so hon gerst enn verri.
Tað er torført at bera yvir við mær sjálvari, tá eg nú ikki megni vanlig ting. Tá húsið flýtur, klæðini ikki verða vaskað og vit aftur eta pizza ella burgarar, sjálvt um eg havi verið heima allan dagin.
Tað er torført at gera tað rætta, tá man ikki orkar.
Tað er torført at gera tað rætta, tá man ikki ánar, hvat tað rætta er.
Tað er torført at gera tað betri, tá man ikki veit hvussu.
Tað er torført at hava tol við mær sjálvari, serliga tá eg ikki eingang havi tol við mínum nærmastu, sum hava allarmest tørv á tí.
Eg veit væl, at tann umbyggingin, sum nú er í gongd hevur til endamáls at broyta mítt perspektiv.
Eg komi ikki aftur til tað staðið, sum eg var áðrenn.
Men eg má upp úr hesum djúpa holinum.
Eg haldi, at eg eri komin so mikið langt nú, at eg síggi okkurt gott við hvørjum degi, sjálvt um hvør dagur ikki er góður.
Sjálvt um eingin dagur kann klassifiserast sum verandi góður.
Tað gongur upp og niður. Men alt í alt gongur kurvan helst spakuliga uppeftir, hugsi eg. Spakuliga. Spakuliga.
Og eg má leggja meg eftir at varnast tað, sum er gott.
Men hvat so, tá eg einaferð vónandi aftur fari at síggja upp um tromina á hesum djúpa holinum?
Hvat so, tá eg fái høvdið upp um - upp í ljósið aftur?
Sjálvt um eg hangi saman, fungeri, ageri - so eri eg enn í knúsi.
KNÚSI!
Kemur tað nakrantíð ein dagur, har eg ikki longur eri tað?
Eg kann ikki ímynda mær tað..
Tað kemur neyvan nakrantíð ein dagur, har eg ikki longur eri í knúsi um missin av mínum elskaða Benjusbarni.
Allar hesar kenslurar.
Í senn.
Hvussu hevur tú tað, spyrja fólk.
Og eg yppi øskl.
Tí eg dugi ikki at greiða frá tí.
Eg dugi ikki at seta orð á tað kaosið, sum enn valdar innan í mær.
Kommentarer
Send en kommentar