Álopin av egnum tonkum..
Eg havi gingið ígjøgnum seinastu dagarnar hjá Benjamin aftur og aftur. Í dag er ein tungur dagur, tí eg ikki megni at sleppa tonkunum um, hvat tað var, eg gjørdi galið. Hvat tað var, eg yvirsá - ella undirmetti. Hvussu kundi eg lata Benjamin doyggja? Hann var jú púra avhangigur av, at eg - og vit øll um hann - tóku røttu avgerðirnar hansara vegna. Í 12 ár havi eg gjørt júst tað. Hví gjørdi eg tað ikki hesuferð? Eg havi greinað og analyserað øll sjúkueyðkennini. Allar mínar gerðir. Øll hansara symptom. Tíma fyri tíma, minutt fyri minutt. Inntil hann gavst at anda. Hvat kundi eg gjørt øðrvísi? Nær átti eg at havt reagerað? Hvat um eg beinanvegin fór oman á sjúkrahúsið við honum? »tit skulu heldur koma einaferð for ofta, enn enaferð for lítið« hevur fryntliga starvsfólkið á Barnadeildini sagt mær so ofta. Men nú var tað kortini júst tað, sum hendi. Eg fór oman við honum. Men tað var ov seint. Hví fór eg ikki fyrr? Hví ivaðist eg ikki bara eitt pinkalítið sindur í mínu...