Álopin av egnum tonkum..

Eg havi gingið ígjøgnum seinastu dagarnar hjá Benjamin aftur og aftur.

Í dag er ein tungur dagur, tí eg ikki megni at sleppa tonkunum um, hvat tað var, eg gjørdi galið. Hvat tað var, eg yvirsá - ella undirmetti.

Hvussu kundi eg lata Benjamin doyggja? Hann var jú púra avhangigur av, at eg - og vit øll um hann - tóku røttu avgerðirnar hansara vegna.

Í 12 ár havi eg gjørt júst tað. Hví gjørdi eg  tað ikki hesuferð?

Eg havi greinað og analyserað øll sjúkueyðkennini. Allar mínar gerðir. Øll hansara symptom. Tíma fyri tíma, minutt fyri minutt. Inntil hann gavst at anda.

Hvat kundi eg gjørt øðrvísi? Nær átti eg at havt reagerað? Hvat um eg beinanvegin fór oman á sjúkrahúsið við honum?

»tit skulu heldur koma einaferð for ofta, enn enaferð for lítið« hevur fryntliga starvsfólkið á Barnadeildini sagt mær so ofta.

Men nú var tað kortini júst tað, sum hendi. Eg fór oman við honum. Men tað var ov seint.

Hví fór eg ikki fyrr? Hví ivaðist eg ikki bara eitt pinkalítið sindur í mínum egnu evnum at meta um Benjamin'sa støðu? Hví leitaði eg ikki hjálpina fyrr???

Eg havi so mangan verið niðri á barnadeildini við honum "fyri sikkurheits skyld" . Eg er so mangan komin heimaftur sama dag, tí alt var undir kontroll.

HVÍ FÓR EG IKKI EISNI OMAN FYRI SIKKURHEITS SKYLD NÚ???

Eg siti við seingina hjá honum seinastu tímarnar fleiri ferðir um dagin. Endurlivi alt. Gjøgnugangi alt.

»Tú hevur gjørt alt« siga fólk.
»Eingin kundi vita, at tað fór at enda so«, siga fólk.
»Kanska hevði tað ikki gjørt nakran mun, hóast tú fórt oman fyrr«, siga fólk.

Nei. Kanska ikki.

Men kanska.

Kanska hevði tað gjørt mun. Kanska átti eg at farið oman at kannað, hvussu í veruleikanum stóð til. Fingið tøl uppá tað. Sæð tað á teimum royndunum, sum tá høvdu verið tiknar. Fingið viðgerð fyrr.

Kanska hevur man á ongan hátt gjørt alt, tá man letur sítt egna barn doyggja. Tá er tað kanska líkamikið, um man hevur ferðast við honum til Bermuda og Dubai - ella borið hann niðan á Slættaratind.

Tankarnir mala í klingur, aftur og aftur, sum ágangani fuglar, tá tú nærast reiðrinum, skjóta teir seg niður eftir mær. Raka meg, so eg missi javnvágina. Skumpa meg, so eg detti. Og tá eg eri komin niður at liggja herja teir av álvara á meg og eru um at gera enda á mær.

HVÍ FÓR EG IKKI OMAN Á HOSPITALIÐ FYRR??

Tankarnir mala í klingur, koyra runt og runt og runt um seinastu dagarnar og tímarnar, meðan Benjamin livdi.

Eg megni ikki at stýra teimum - tað er sum ein tyfon inni í heilanum, sum bara buldrar avstað við fullari megi, gevur mæsr sjálvari skyldina - og dregur eisini kroppin við - við hjartabankan, ristingum, einum stórum, súgvandi, svørtum klumpi í búkinum og tárunum, sum streyma uttan enda.

Eg veit, at eg má sleppa hesum. Eg veit, at hesir tankarnir í løtuni eru en mylnusteinur um hálsin á mær, sum taka meg lúkst til botns. Eg veit, at um eg ikki megni at kubba endan, so drukni eg.

Kanska er hetta vesturlendska illusjónin um, at vit altíð kunnu gera okkurt, og at tað eru vit, sum hava tamarhaldið og evsta orðið í lagnu og lívi. Og deyða.

Eg veit, at hetta er ein illusjón. Eg veit, at tað ikki er so. Vit ráða í grundini ikki yvir nøkrum av stóru aspektunum í lívinum.

Vit eru so óendaliga smá. So heilt ósigiliga smá. Bert støv í alheiminum. Og í stóru myndini er tað ein lítil løta, til vit eru saman við Benjamin hinumegin.

Eg gjørdi alt, sum eg helt vera rætt. Eg handlaði út frá teimum fortreytunum, eg hevði at fyrihalda meg til. Eg kundi ikki vita, at endin fór at vera, sum hann varð.

Eg gjørdi alt, sum eg kundi.

Ella gjørdi eg nú tað?


Hvat nú viss...








Kommentarer