Sinnið er sum eitt glas við vatni og olju

Tað eru helst nógv, sum kunnu greiða fakliga frá, hvussu tað ávirkar sinnið at missa eitt barn.

Eg kann bara staðfesta og eygleiða, hvussu ógvusliga tað ávirkar meg.

Tað er, sum sinnið er farið í tvíningar. Eins og vatn og olja í sama glasi eru tað nú tvær sferur, sum fungera parallelt av hvørji aðrari innan í mær allatíðina.

Onnur koyrir mestsum á autopilot. Tað er tann ytra, sum prátar við fólk, hugsar um praktisk viðurskifti, lesur søgu fyri gentunum og tryggjar, at eg fungeri.

Men av tí, at tað "bara" er ein autopilotur, eri eg sløv, óuppmerksom, sigi nógv skeivt - til dømis koma púra skeiv orð út, tá eg tosi - og eg gloymi illa.

Yvirskotið, sum eg alt mítt lív havi havt, er burtur, og eg føli tað sum um, at eg havi skift grundtóna. Frá tí ljósa, lætta, sum altíð hevur eyðmerkt meg, er tað nú ein djúpari, álvarsamari grundtóni.

Hin sferan, sum liggur undir henni, ið sæst, hugsar bara um eitt - og tað er, at Benjamin er farin.

Allatíðina, allan dagin er ein undirstreymur av øllum mínum Benjamin-tonkum.

Heilt tvísinnaða kenni eg meg, tá eg flenni - til dømis eftir og saman við gentunum ella í práti við onnur. Tí meðan ovara lagið flennir so hjartaliga, grætur hitt lagið samstundis so sáran um mítt elskaða barn, sum eg ongantíð aftur skal síggja - hesumegin í øllum førum.

Man kann gott bæði flenna uttantil og gráta innantil í senn.

Av og á latast dyrnar millum hesar báðar sferurar kortini upp á víðan vegg. Tá blandast bæði løgini, og tá skolar sorgin, saknurin og tann svárasta pínan ígjøgnum alla meg. Hendan støðan í komplettari sorg er so ógvuslig, at hon tekur meg púra av fótum.

Tá tann innara sferan hevur havt ræðið á mær eina løtu - og eg havi grátið frá støðum innan í mær, eg ikki visti vóru til, er tað, sum dyrnar aftur verða lætnar aftur, sferurar atskiltar - og eg fari yviraftur til duo-tilstandin, har sinnið er í tveimum. Hesi herðindini kunnu taka alt frá 20 minuttum til einar tveir tímar - og aftaná kenni eg meg púra tóma. Autopilourin slær aftur til.

Tað er ymiskt, hvussu ofta hesi herindini koma. Onkuntíð eru tað ringir dagar, har tey koma við jøvnum millumbilum - aðrar dagar koma tey sjáldan.

Tað er eisini ymiskt, hvat tað er, sum triggar tey. Í fyrstuni komu tey allatíðina. Fyrstu ferð, vit tastaðu k i s t u r . f o  inn á telduna, var ein so ræðulig løta, at eg mátti sløkkja telduna aftur.
Tá vit funnu húgvuna hjá Benjamin, sum enn angaði so himmalska væl av honum, var eisini ein slík løta. Tá eg aftur sá tóma koyristólin hjá honum á barnadeildini, tí eg fór oman har eftir onkrum, rakti sorgin meg eisini við fullari styrki. Hetta eru kortini støður, har tað er væntandi.

Men onkuntíð kemur tað púra óforvarandi. Sum tá eg sunnudagin kendi meg vera væl fyri og fór í sunnudagsskúla við gentunum. Eg var ok, inntil eg setti meg niður á fremsta beinki, har vit altíð hava sitið við Benjamin uttast við. Tá bleiv eg sum yvirkoyrd av einum toki, ið eg ikki sá koma, og eg mátti bara út á wc at gráta. Sat har leingi, græt so eg kikkaði eftir ondini, og mátti at enda bara fara út í fríska luft - og lat eina konu á gongini bera mammu boðini um, at eg var rýmd. Út í okkurt skýmaskot at lata herindi taka valdið á mær og lata allar slúsur upp.

Aðrar tíðir kennist tað sum eitt eldgos, sum spakuliga kókar - og eg merki, hvussu trýstið økist, inntil tað brestur og forloysandi gráturin kemur.

Men at missa fótafestið av sorgini er so sterkt og útmattandi, at tað helst er ógjørligt at vera í hesi støðuni serliga leingi í senn.

Eg giti, at tað er orsøkin til, at eg einans fái sorgina fyri fullum útblástri í smáum løtum í senn.

Annars er tað olja fyri seg og vatn fyri seg. Og tað er ein snild skipan. Annars hevði tað neyvan verið nøkrum okkara, sum hava mist eitt barn, lív lagað.





Kommentarer