Úr gloymskunnar havi
Tá vit samrøða við onnur, setur tað assisiatiónir í gongd. Vit draga paralellir til okkara egnu royndir og okkara egnu upplivingar, og kunnu soleiðis fyrihalda okkum til tað, hini siga, og svara teimum aftur.
Soleiðis havi eg tað eisini.
Men nakað er kortini broytt. Tí í løtuni eru allar assosiatiónir um Benjamin.
H v ø r j a f e r ð eg tosi við onkran, hoyri eg meg sjálva draga tað aftur til Benjamin.
»hahaha, hatta dámdi Benjamini eisini so væl«
ella
»Einaferð upplivdi eg eisini nakað tað sama við Benjamin«
ella
»nei, hjá Benjamin var tað heilt øðrvísi«
Fram úr gloymskunar havi koma nú søgur, upplivingar og minni, sum eg knappliga havi ein tørv á at draga inn í samrøðuna. Allar samrøður.
Tíbetur havi eg enn bara tosað við fólk, sum duga at takla tað, og sum ikki halda tað vera morbidt ella deyðsdyrkan at flætta hann inn í øll evni og allar samrøður.
Men eg hugsi, at eg onkursvegna bara havi ein so ovurstóran tørv á at seta orð á alt, sum hevði við hann at gera.
Sum onkur segði: tosa vit ikki um tey, sum eru farin, doyggja tey fyri aðru ferð.
Varð hann ikki deyður, hevði eg ikki tosað um hann so konsekvent. Tað veit eg, tí eg veit, at eg saktans kundi hava eina samrøðu, uttan at flætta hann inn í, áðrenn hann doyði.
Men tað kann eg ikki longur.
Eg veit ikki, um tað verður soleiðis altíð - ella um hetta er ein fasa.
Tað er ikki fyri at dyrka, at hann er farin - og tað er als ikki fyri at gera fólk illa við - tvørturímóti er tað helst bara ein tørvur á at staðfesta at hann var - og alt hann var. At seta orð á hann. Ikki endiliga við gráti ella sorg - men bara sum eina staðfesting av honum.
Hann var. Og hann fylti alt.
Møguliga fer tað at koma ein tíð, har fólk fara at hugsa, at eg nokk burdi komið víðari og ikki blivið við at tosað um hann. Tað havi eg lisið um, at fólk í Danmark í øllum førum gera, um tosið um tann deyða heldur á ov leingi eftir jarðarferðina.
Eg havi sett mær fyri at halda á at tosa um hann. Enn er tað ótilvitað. Kanska verður tað einaferð tilvitað. Tí hansara lív hevði týdning, tí hann er ein so sera stórur partur av mær, mínum hugsunarhátti og mínum roydum - men serliga tí, at hann ikki má doyggja fyri aðru ferð.
So takk fyri, at tit orka at lurta og at taka allar mínar mongu Benjamin-søgur við í prátið.
Eg skal royna at syrgja fyri, at tær altíð hava eitt gott og relevant poeng ;)

Kommentarer
Send en kommentar