Eitt nýtt lívsperspektiv

Eg havi akkurát fatað tað.

Í dag eru tað tvær vikur, síðani Benjamin fór, og eg havi nústani nú fatað tað.

Higartil havi eg bitið tennirnar saman. Sum var hetta ein venjingartími, eitt maraton ella ein droy arbeiðsuppgáva. Bitið tennirnar saman við tí tilgongd, sum eg altíð havi havt til alt tað, sum hevur verið hart ella droytt ella svárt.

Við innstillinginum: »tá tú gongur í helviti, so gakk« og »eitt ting í senn, so koma vit ígjøgnum fyrr ella seinni«, havi eg sett flugubein við ómetaliga nógv ting. Hart arbeiði, vilja av stál og nakrar strævnar tímar, so kemur man ígjøgnum tað og kann aftur anda út.

Eg síggi nú, at tað eisini hevur verið mín tilgongd til deyða Benjamins.

Eg havi havt eina praktiska tilgongd, til dømis lisið eina rúgvu - millum annað, at svárasta sorgin varar einar tríggjar mánaðir, og tá umleið eitt ár er farið, er man "komin ígjøgnum tað".

Og tí havi eg havt eina flugubeins-setara-tilgongd.

Men nú havi eg fatað tað.

Eg komi ongantíð "ígjøgnum hetta". Eg má bera tað við mær altíð.

Missurin verður altíð verandi. Hann hvørvur ongantíð aftur.

Eg eri grundleggjandi broytt, mítt lív er grundleggjandi broytt, og eg fari ongantíð at "koma út í hinum endanum og so er alt, sum tað var fyrr", sum eg kanska ótilvitað havi havt eina ímynd av.

Soleiðis havi eg jú altíð livað mítt kontrolleraða lív, eins og flest onnur fólk í vesturheiminum.

Men hetta er øðrvísi. Hetta er uttanfyri alt tamarhald, og tað er einki bjart ljós fyri endan av tunlinum.

Um eg haldi á at ganga í hesum helvitinum  ella um eg royni at bíta tenninar saman og koma "ígjøgnum tað" er líkamikið. Tað verður ikki skjótari yvirstaðið fyri tað.

Eg havi akkurát fatað, at hetta er ein nýggj lívs-grundtreyt, sum eg má liva við. Altíð. Eg kann ikki arbeiða meg frá tí.

Og tað setir tingini í eitt heilt nýtt perspektiv.

Eins og Benjamin grundleggjandi broytti mítt lívsgrundarlag, tá hann varð føddur, broytti hann tað somuleiðis grundleggjandi aftur, tá hann doyði.

Eins og eg mátti redefinera mítt lív, tá hann varð føddur, noyðist eg aftur nú at redefinera mítt lív.

Eg havi akkurát fatað, at eg ongantíð komi aftur til mítt lív, sum tað sá út tann lagnu sunnudagin fyri 14 døgum síðani, tá eg óvitandi um hvat skuldi henda var uttanfyri og skreiddi við gentunum og flenti hart av berari lukku. Fáar tímar áðrenn korthúsið rapaði.

Eg eri heilt einfalt eitt heilt, heilt annað stað nú.

Tað er, sum varð eg tveitt umborð á eitt tok, ið koyrdi við fullari ferð. Higartil havi eg onkursvegna ímyndað mær, at tað koyrdi í ring og at eg eftir túrin fór at verða sett av aftur í sama stað.

Men nú havi eg fatað, at tokið ikki hevur koyrt í ring. Tað hevur flutt meg eitt ósigiliga langt strekki av leið, her eg ikki kenni meg aftur, og her eg má læra meg alt av nýggjum.

Eg eri endað í einum fremmandum stað.

Mínum egna lívi.









Kommentarer