At liva fyri tey livandi - ella tey deyðu?
Lívið gongur víðari.
Tað havi eg hoyrt ofta seinastu vikurnar - og eg havi eisini sagt tað ofta sjálv.
Okkara lív gongur víðari, men tað ger Benjaminsa ikki.
Og tað er ein torfør støða at vera í. Tí sjálvandi ynski eg at fóta mær aftur, og sjálvandi veit eg, at genturnar fortjena eina mammu, sum er har fyri tær, hóast beiggi teirra er farin.
»Eg má liva fyri tey livandi - og ikki fyri tey deyðu«, segði vísa kvinnan, sum eg interviewaði so seint sum í januar, og sum sjálv hevði mist dóttur sína.
Eg havi endurtikið hesi orðini fyri mær sjálvari mangar ferðir, síðani Benjamin fór. Onkursvegna tykist tað sum lagnunar myrka speisemi, at júst eg skuldi gera hesa samrøðuna fyri so stuttari tíð síðani. Sum skrivaði eg óvitandi greinina til mín sjálva.
»Nú vit eru komin inn í 2108 er bara eitt, vit vita við vissu. Øll tey, sum trinu inn í árið saman við okkum, fara ikki at trína út úr árinum aftur saman við okkum við ársenda. Nøkur fara at fella frá á vegnum.« Nakað soleiðis varð orðingin og grundarlagið undir samrøðuni.
Hevði eg bara vitað..
Men at liva fyri tey livandi, tá tú hevur mist eitt barn, er torførari, enn tað ljóðar. Tí eg kenni tað á ein hátt, sum eg svíki Benjamin, um eg bara fari víðari og lati sum einki.
Tí er tað ikki onkursvegna eitt tekin um, at hansara lív - og deyði - einki hevði at týða, um eg bara seti hann frá mær og haldi á, sum um einki var hent? Er tað ikki ein staðfesting av, at hann er gloymdur og at deyði hansara ikki ávirkar meg nevnivert?
Við mínum viti veit eg, at tað ikki er so. At eg sjálvandi má liva víðari, at eg má í gongd aftur, og at genturnar - kanska nú meiri enn nakrantíð - hava tørv á eini mammu, sum er har fyri tær. Sum gevur teimum upplivingar, gleði, stuttleika og yvirskot.
Men samstundis.. samstundis kenni eg tað ómetaliga torført. Eg kann ikki sleppa honum. Eg kann ikki..
Og tá eg til dømis flenni, fái eg eitt ótilvitað innantanna nefs frá mær sjálvari, tí tað kennist so sera skeivt at lata sum um, at alt er ókey.
Og teir dagarnar, tá ógvusligu sorgar- og grátiherindini ikki koma so ofta, fái eg innantanna ákærur frá mær sjálvari um, at eg neyvan mundi elska hann nevnivert, eftirsum eg ikki gráti meiri enn tað sama.
Hóast eg merki sorgina allatíðina - bæði reint kropsliga og sum ein undirstreym í sinninum - kann eg ótilvitað pína meg sjálva soleiðis - inntil næsta herindi rakar, og eg eri um at køvast í hugtyngslu og vónloysi.
Tað ringasta av øllum er, at eingin, eg veit um, hevði eitt so ljóst sinni, sum Benjamin. Eingin var so láturmildur, so til sættis við sína lagnu - so lívsfevnandi - sum hann.
Eingin hevði viljað sæð meg glaða og flennandi aftur, sum hann.
Og tí er tað púra burturvið av mær at pína meg sjálva soleiðis; sum ein kensluligur flagelantur, ið aftur og aftur pískar í tey longu opnu og bløðandi sárini.
Nakrar dagar eftir, at Benjamin var farin, fekk eitt vinapar ein son. Í kortið skrivaði eg til teirra, at tey máttu minnast til at varnast, hvussu ómetaliga vakurt og dýrabært lívið er. Eisini á longum vøkunætum og í drúgvum sjúkuumførum. So ófatiliga vakurt og dýrabært. Minnist til at varnast tað, skrivaði eg.
Og tá eg hugdi niður í lítlu vøgguna kundi eg bara gjøgnum tárini staðfesta eitt: Hann andar! Tað er fantastiskt!
Á veg heim hugsaði eg, at eg kanska burdi skrivað mær sjálvari eitt slíkt kort. Og eg burdi hugt um meg sjálva og at mínum eftirlivandi og við undran staðfest, at eisini tey anda. Og at eisini teirra lív er so ófatliga vakurt og dýrabært - og eg eigi tey eftir enn.
Eg má gevast at plága meg sjálva.
Eg má læra meg og gera mær ómak við at liva fyri tey livandi heldur enn tey deyðu.
Men Benjamin, elskaði mín, tað merkir á ongan hátt, at tú ert gloymdur - ella at deyði tín var týdningarleysur.
Á hvat eg vildi havt teg her enn! Á hvat eg vildi sloppið at kínt tær einaferð enn um fitta snýðið, mussað tína lítlu nøs og ballað meg hjá tær, tá tú ikki fekst sovið.
Tað haldi eg eisini, at tú veist..

Denne kommentar er fjernet af forfatteren.
SvarSlet
SletKerasta<3 Flott av tær at royna at seta orð á hesa tungu prosess. Eg hugsaði nemliga eisini um hasa samrøðuna, sum eg hevði lagt til merkis, at tú hevði skrivað, og vónaði, at tú fanst ein feril av troyst í henni<3