Hvør einasta kykna í kroppinum syrgir

Ímynda tær kensluna, tú hevur, tá tú vaknar av ringastu marrudreymunum. Til dømis tá tú droymir, at tú ert í fríum falli - ella at onkur er eftir tær.

Tá tú vaknar knappliga og ert ræðslusligin, kroppurin arbeiðir við hátrýst, tú ert útlúgvað - og tú merkir eitt súgvandi fornemmilsi í búkinum.

Soleiðis havi eg tað nú. Allatíðina. Meðan eg eri vakin.

Soleiðis hevur mín kropsligi tilstandur verið, hvørja løtu á hvørjum døgni, síðani Benjamin fór. 

Tað kom óvart á meg, tí eg visti ikki, at sorgin er so kropslig. At hon í so stóran mun kennist í kroppinum, og at hon í so stóran mun minnir um ein sterkan ótta - eina marru.

Eg eri ikki bangin. Als ikki. Tað ringasta er jú longu hent. Men tað kennist kortini, sum um eg eri óttafull og í panikki. Sum eri eg í fríum falli. 

Tað er sama ógvusliga vakuumkensla í búkinum. Sama rastleysheit, sama kropsliga kensla av ótta.

Tá eg misti pápa mín fyri 5 árum síðani, syrgdi eg eisini. Tað var tungt. Men ikki kropsligt, sum tað er nú.

Tá onnur hava mist børn, havi eg roynt at sett meg í teirra støðu. Og tá Benjamin onkuntíð hevur verið illa sjúkur og tað hevur staðið illa til, havi eg óttast, at eg fór at missa hann. 

Tá havi eg ímyndað mær, at sorgin um at missa eitt barn er óberandi tung fyri sinnið, fyri sálina – men eg visti ikki, at hon eisini var so tung fyri kroppin.

Alt, sum eg nú skal gera, kennist møtumikið. Tað er, sum hvør rørsla vigar eitt tons.

Tað er tungt at reisa meg úr sofuni – har eg fyri tað mesta liggi og lesi fyri at temja rastloysið eitt sindur og distrahera sinnið. (Tað er eisini nógvur uggandi og læruríkur lesnaður)

Skal eg tøma uppvaskimaskinuna ella vaska klæðir, má eg veruliga manna meg upp til tað – og eg má bíta tenninar saman, inntil tað er yvirstaðið. Tí tað er so tungt kropsliga.

At avlevera og avheinta báðar genturnar á stovni er næstan ein so stór uppgáva, at eg ikki makti hana.

Tað er, sum kroppurin er í fríum falli ímóti eini avgrund, sum bara heldur á at lata seg upp undir mær. Kroppurin er av blýggi og ekkafulla kitlanin í búkinum er ein konstantur fylgisveinur.

Fyrstu vikuna, eftir at Benjamin doyði, fekk eg als ikki sovið. Síðani komu nakrir dagar, har eg mestsum bara svav. Nú má eg tíðliga í song, men afturfyri vakni eg eisini tíðliga - og svøvnurin gevur lítla hvíld, tí dreymarnir plága meg illa - hóast teir ikki ítøkiliga snúgva seg um Benjamin ella deyða hansara. Hvørja nátt eru langar svøvnleysar løtur, og onkuntíð gerst órógvið í kroppinum so sterkt, at eg noyðist upp. At mala, at lesa, at leggja klæðir saman - bara okkurt annað, enn at liggja og merkja sterka súsið í kroppinum.

Eg kundi so væl hugsað mær at farið út at runnið, fyri at avreagera og reinsa høvdið, men tað er ikki hugsingur um. 

Sjálvandi hongur maktarloysið partvís saman við, at eg lítið og einki eti. Men tað er meiri enn tað. 

Tað er sorgin, sum er flutt inn í hvørja einastu kyknu í mínum kroppi. 

Og eg merki hana alla, somlu tíðina. 

Men um sorg veruliga er heimleysur kærleiki, sum klisjéin sigur, so kann eg nú staðfesta, at eg elskaði - og elski framvegis - Benjamin við hvørji einastu kyknu í mínum kroppi. 

Tað siga vit ofta um okkara børn. Nú merki eg, at tað veruliga er so.

Og tað er kortini ikki ein so galin staðfesting, hóast alt. 











Kommentarer