At missa eitt barn



Sorrig og glæde de vandre til hobe 
lykke, ulykke de gange på rad 
Medgang og modgang hinanden tilråbe, 
solskin og skyer de følges og ad

12. februar 2018 doyði sonur mín, Benjamin, 12 ára gamal. Tað kom knappligt og púra óvæntað.


Tað hevur bumbað meg niður í eitt djúpt, svart hol. Nú, 12 dagar seinni, kenni eg meg noydda at royna at skriva meg burtur úr tí kaosi, sum eyðkennir meg og lívið.


Eingin kann ímynda sær tað. Eg havi áður ofta roynt at ímyndað mær tað - men eg síggi nú, at eg havi verið langt, langt av leið.


Hvussu tað kennist, hugsi eg at royna at festa á blað í hesum blogginum.


Men fyrst eitt sindur av bakgrundsvitan:


Navnið, Benjamin, merkir eydnusonur. Tað navnið valdu vit honum eftir eina sera harða byrjan, sum kom at merkja hann fyri lívið. 


Fyrstu tíðina hoyrdu vit aftur og aftur, hvussu óheppin, vit høvdu verið. Tað hildu vit ikki sjálv. Vit mundu mist hann, men tað gjørdu vit ikki - tá. Tí var hann okkara eydnusonur, okkara Benjamin.


Fólk grótu, tá hann varð føddur. Um hansara komandi skerda og at sýna til lítið verda lív. Men tey grótu tess meiri, tá hann doyði. Tá hevði hann prógvað, at øll tóku feil.

Hann elskaði lívið, og hann helt mótinum hjá okkum øllum uppi. Tá hann læt eydnuna merkja lívið og ikki sorgina; tá hann ikki græt um lagnu sína, hvussu kundu vit so gera tað?

Nei, vit máttu stuðla honum, eggja honum til, hjálpa honum og gera alt, vit kundu. 

Og fyri alt tað, vit góvu, fingu vit so mikið meiri aftur frá honum. Hann vísti okkum, at alt bar til. 

Hóast hann ikki kundi ganga, hevur hann av sonnum sett stór fótafet eftir seg. Fyrst og fremst hjá okkum, sjálvandi, men eisini hjá so mongum øðrum. Tað prógvaði tann stóri skarin á umleið 1000 fólk, sum fylgdu honum seinasta strekkið av kapellinum, í vesturkirkjuna og út í kirkjugarðin. 

At missa hann er tyngri og verri - og heilt øðrvísi - enn eg nakrantíð kundi havt ímyndað mær. Samstundis, sum sorgin er so tung, at eg summar dagar einki orki, eri eg samstundis kortini so glað og takksom - og enn líka fylt av kærleika til hansara. 

Tí tó at lívið endar, endar tann, sum farin er, ikki. So nú skal eg royna at liva við einum deyðum soni. At elska ein, sum ikki er - men kortini enn er livandi fyri mær. Tað verður helst ein drúgv tilgongd, og eg má læra tað á vegnum. 

Dagarnir eru ymiskir - og løturnar eru ymiskar. 

Tað er heilt niður har, at eg ikki megni at standa á beinunum, tí sorgin hóttir við at køva meg. Og so er tað heilt upp har, at eg næstan kann flúgva av gleði og takksemi fyri fantastiska dreingin, sum var okkara, og øll tey góðu minnini.

Tað eru sorrig og glæde, sum fylgjast. 
Tað eru eydna og sorg. Sum oftast vitja tey í senn. 

Hesin bloggurin fer at snúgva seg um mínar tankar og upplivingar - mínar royndir at skilja tað og fóta mær aftur - nú Benjamin, mítt elskaða, elskaða barn, er farin. 

Eydna 


 





Kommentarer