Deyðin: ein partur av føroyska veruleikanum
Á - hvat eg eri glað fyri at búgva í Føroyum!
Í Føroyum ræðist man ikki deyðan, og man ræðist ikki tey, ið syrgja. Tað, havi eg skilt á lagnum, ger man hinvegin til dømis í Danmark. Eftir at hava hugt at og lurtað at og lisið eina rúgvu um deyða og sorg í donskum miðlum, er tað ein týðiligur munur at síggja.
Í Danmark missa tey, sum missa ein kæran, ikki bara viðkomandi, men eisini stóran part av vinarskaranum. Tí tey óttast deyðan, og tí deyðin oyðileggur illusjónina um, at tey ikki hava tamarhald á øllum og at eisini tey eru prísgivin, tá hann einaferð bankar á dyrnar.
Men í Føroyum! Í Føroym er gott at missa, um man kann orða seg soleiðis.
Tí í somu løtu, sum vit sendu deyðsboðini út av "heyststovuni" á barnadeildin (har eru ein vár-, summar-, heyst- og ein vetrarstova) merktu vit fløvan av umsorgan.
Heldur enn at rykkja burturfrá okkum, ryktu fólk saman um okkum. Sum eitt lívgandi ból í illveðrinum.
Beinanvegin komu okkara næstu. Foreldur, systkin, vinkonur út til okkara. Tey sluppu at siga farvæl, áðrenn hann varð kólnaður.
Mínar elstu vinkonur komu heim við mær, tá eg varð send á ta ómøguligu uppgávuna at velja, hvørji klæði Benjamin skuldi jarðast í.
Tað skal henda skjótt, tí lík hava tað við at gerast stív.
Og tá tú als ikki hevur fatað, at tú júst hevur mist eitt tað dýrasta á foldum, megnar tú als ikki at yvirskoða at velja honum klæði at jarðast í. Men mínar bestu komu við. Koyrdu meg. Leiddu meg. Styðjaðu meg. Grótu saman við mær og komu omanaftur á sjúkrahúsið við mær.
Nógv fólk vitjaðu Benjamin, meðan hann lá á heyststovuni - so fínur í kulu kovboybuksunum og í nýggju myrkabláu Hugo Boss troyggjuni, sum hann bara náddi at brúka eina ferð, áðrenn hann fór. Svartar converse skógvar og voks í hárið - klárur til ball.
Tey vildu siga honum farvæl, tey vildu mussa hann eina seinastu ferð. Tey ræddust hvørki hann, okkum ella tankan um, at deyðin er ein veruleiki - ein fortreyt fyri okkara lívi á foldum.
Tá vit komu heim - útlúgvað og í eini óveruligari toku - komu nógvir av grannuum á gátt. Summi við heitum køkum - onnur bara akkurát sum tey vóru - fyri at vera saman við okkum, og geva okkum klemm. Vinfólk, familja, arbeiðsfelagaðir og kenningar hugdu inn sama kvøld og fylgjandi dagarnar fyri at gráta saman við okkum og vísa sína samkenslu.
Tað er fantastiskt!
Eg kann heldur ikki seta orð á ta ovurstóru hjálp, sum vit fingu. Líka frá fyrstu løtuni á barnadeildini, via kapellið niðan í vesturkirkjuna, til jarðarferðina og úti á grøvini - og til ervið.
Tað er heilt ófatiligt, sum øll hava verið fitt og hjálpsom. Givið av síni tíð og orku, fyri at hjálpa okkum at skipa seinastu teinin, sum vit kundu hugsað okkum hann. Øll tit mongu, sum hjálptu okkum - eg veit ikki eingang hvørji tit øll eru - skulu vita, at eg enn - og helst alt lívið - kann verma meg av teirri umsorganini, tit sýndu.
Nú tvær vikur eru farnar, hava vit framvegis fólk á gátt dagliga. Fólk, sum leypa inn á gólvið ella sum geva sær stundir at drekka ein drekkamunn.
Eg veit, hvussu grúfult tað er at skula koma inn í eini hús, har tey júst hava mist eitt barn.
So mikið meiri vermir tað, tá fólk koma.
Ikki fyri at ugga ella troysta okkum - ikki fyri at skumpa okkum víðari - men heilt einfalt bara fyri at vera saman við okkum í sorgini og í eydnuríku minnunum.
Vit hava tosað nógv um seinastu dagarnar hjá Benjamini. Vit hava tosað nógv um jarðarferðina. Um tíðina aftaná. Um ymiskt, vit høvdu ætlanir um, men sum nú sýnist líkamikið og meiningsleyst. Vit hava sett somu ósvaraðu spurningarnar aftur og aftur og endurtikið okkum sjálvi óendaliga ofta. Og tað er gott at gera tað. Tað er gott aftur og aftur at fáa høvi til at seta orð á. Og samstundis hava vit eisini tosað um alt møguligt annað. Flent og fingið nýggjar tankar frá ymsum gestum. Og tað er sanniliga eisini gott!
Onkur hevur sagt seg ivast í, um tey skuldu koma at vitja - um tey ikki mest av øllum bara forstýra. Men eg kann siga fyri meg. Tað gera tey ikki.
Eg veit tó, at tað er ymiskt, hvat fólk halda. Tosaði við eina, sum misti mannin fyri nøkrum árum síðani. Hon orkaði ikki so nógva vitjan, so hon stongdi hurðina. Men tað veitti henni kortini stóran linna, segði hon, tá hon hoyrdi, at fólk vóru á hurðini hjá henni. Bara tað - at hoyra at fólk tóku í hurðina og at hon ikki varð gloymd, hóast hon ikki megnaði at hava fólk inn - var ein stór troyst.
Eg havi mist Benjamin. Tað havi eg sama hvussu víkir og vendir. Men tað er ein linni at merkja, at eg ikki eri einsamøll. At so nógv fólk enn eru góð við okkum og hugsa um okkum - og at tey tora at møta staðfestingini av deyðanum fyri at vísa okkum tað.
Vónandi megna vit at halda fast í hesum. Tí tað ger so ósigiliga stóran mun.
Takk!

Kommentarer
Send en kommentar