Næturnar.. Hesar forbrendu næturnar!
Aftur ein svøvnleys nátt. Í 12 ár havi eg verið vakin hvørja nátt við Benjamin. Eg havi vent honum, ballað hann, skift á honum, hildið honum, nanað honum ella givið honum medisin ella masku. Hvørja, einastu, gudsskaptu nátt. Men tað svøvnloysið hevði eitt endamál - og tí taldi næstan ikki við, tá eg tosaði um, hvussu eg hevði sovið. Tað var bara so, og eg kundi gott havt verið uppi í fleiri tímar tilsamans og kortini halda, eg hevði sovið væl. Tað var ikki nakað, vit tosaðu nakað serligt um. Tað var bara so. Tì tá Benjamin aftur linkaðist, ballaði eg meg so væl hjá honum og steinsovnaði við nøsini langt inn ímóti hansara mjúka, heita nakka, sum angaði so væl. Men nú.. Nú er svøvloysið nyttuleyst og drenandi. Tað hevur einki endamál - og tað er vónleyst at sleppa burturúr tí, tá tað hevur fingið tamarhald á mær. Og tað er so javnan - ofta 4-5 ferðir um vikuna. Hóast eg eri deyðamóð og næstan ikki orki at hyggja, fái eg ikki sovið. Ofta ganga 3-4 tímar sum einki. Fríggjanátti...