mundi, burdi, hevði verið, átti at verið, plagdi at..
Hesar hypotetisku vendingarnar. Tær verða nú brúktar allatíðina.. Sum tá vit fóru í konfirmatión hendan sunnudagin, og eg ikki fekk hildið tárunum aftur, tí Benjamin gleddi seg so nógv til sína egnu konfirmatión, sum hann mundi fingið við, tí hon skuldi vera komandi ár. Hann mundi sloppið at upplivað at verið heiðraður, og vit mundu so smátt farið undir fyrireikingarnar - at bókað høli, at tosa við prestin, at gera nýggj føroysk klæði osv. Sum tá vit spældu fasta familjufótbóltsdystin í Gundadali - stór og smá - sum Benjamin elskaði! Hann plagdi at flenna og liva við, ongantíð so nógv, sum tá tað gekk hart fyri seg. Einaferð koppaði hann - og meiri enn einaferð brotnaðu felgurnar á koyristólinum. Hann plagdi at vera mitt í rokanum. Og hann plagdi at elska tað! Sum tá stóra spabaðið - ið var bílagt desiderað til Benjamin, tí einki var so gott fyri hansara kropsligu vælveru sum heitt vatn - nú ein dagin stóð í túninum. Hann burdi havt upplivað ...