Eru lív og deyði rættvís ella órættvís?

Tað eru nógv, sum nýta hugtøkini "rættvísi" ella "órættvísi" um ymiskt, sum hendir á lívsleiðini.

Tá Benjamin varð føddur, var tað til dømis av nógvum skýrt sum "órættvíst", at hann skuldi fáa so mein brek at stríðast við frá føðingini.

Nú hann er farin, verður hugtakið "órættvísi" eisini sett í samband við deyða hansara.

Sjálv havi eg ongantíð hildið, at lívið kann metast út frá hugtøkunum rættvísi ella órættvísi. 

Lívið er, sum lívið er. Tað er hvørki rættvíst ella órættvíst. Tað er á einum heilt øðrum skala.

***

Hugtakið um rættvísi er eitt menniskjansligt fyribrigdi. Fyri at kunna klassifisera nakað sum verandi rættvíst ella órættvíst, mást tú hava ein skala ella ein stiga fyri at kunna meta um.

Í rættinum eru slíkir stigar. Hevur tú gjørt hetta, verður tú sektaður soleiðis. Hevur tú gjørt hatta, er sektin øðrvísi.

Nakað fyri nakað er rættvíst, halda vit. Nakað fyri einki ella einki fyri nakað - tað er órættvíst.

Men ofta síggja vit bara órættvísið í teimum støðunum, tá vit verða rakt. Tá okkurt verður tikið frá okkum. Tá vit hinvegin fáa nakað stórt - sum eitt barn - tá nýta vit ikki hugtakið "órættvíst". Tá halda vit tað kanska enntá vera rættvíst.

Men nýtir tú hesi hugtøkini, hugsi eg, so mást tú eisini nýta tey, tá tað gongur tær sjálvari ímóti. Annars er tað jú ikki rættvíst.

***

Tá Benjamin varð føddur, og vit sóu, at hann fór at fáa varandi mein, hugsaði eg ongantíð um tað sum verandi órættvíst.

Tí hvørjum skala skalt tú meta um rættvísi ella órættvísi í lívinum út frá?

Fyri at kunna gera tað, mást tú sum tað fyrsta síggja alt nýtt lív, sum eitt neutralt útgangsstøði. Sum ein ognarrætt. Sum eina sjálvfylgju.

Og síðani mást tú onkursvegna meta um, hvussu nógv gott og hvussu nógv ringt, tær er fyri. Summurin á tí kann so tørna út sum rættvísur ella órættvísur.

Men hvussu skalt tú meta um?

Fyri mær var nýggja lívið ikki neutralt - tað var heilt og aldeilis fantastiskt. Eitt undur. Og við tað, at vit vóru so nær við at missa hann ta fyrstu tíðina, kendi eg meg ongantíð hava ognarrætt yvir lívinum.  Tað var eingin sjálvfylgja.

So um vit skulu leggja rættvísi/órættvísi niðuryvir hansara lív, so var tað jú faktiskt hamrandi órættvíst, at eg fekk hann. Tað var jú nakað fyri einki. Eg hevði einki gjørt, fyri at fáa og sleppa at elska hetta lítla, fantastiska barnið. Fyri at móttaka hesa veldigu, ósigiligu og dýrabæru gávuna. Eg hevði einki rindað, einki latið afturfyri - og eg kundi einki gera, sum fekk rættvísisvektina at javnviga.

Eg fekk hann. Fyri einki. Tað er pr definitón órættvíst.

Vit "skylda" altso so skjótt, sum vit fáa lívið, og eg hugsi, at sama hvussu nógvir tungir dagar verða lagdir á okkum, kunnu vit aldrin rinda tað "órættvísið" aftur, sum uppstendur við lívsins byrjan.

Vit siga jú heldur ongantíð: Eg havi upplivað nakað heilt, heilt fantastiskt - tað er djúpt órættvíst, tí eg havi ikki fortjent tað. Nei, vit nýta bara hesi hugtøkini, tá vit uppliva okkurt svárt ella tungt ella ringt.

***

Eg haldi tí, at lívið er, sum lívið er. Tað er hvørki rættvíst ella órættvíst. Tað er á einum heilt, heilt øðrum skala.

Og eg haldi, at tað í ógvuliga stóran mun er upp til okkum sjálvi at lofta tí, sum hendir.

Og tá eg hugsaði soleiðis um Benjaminsa lív - hvussu kann eg so síggja deyða hansara sum órættvísan?

Tað kann eg ikki.

Tað var ikki órættvíst, at Benjamin doyði. Tað var ræðuligt, hart, knúsandi, óskiljandi - og tað tykist eisini meiningsleyst - men órættvíst, tað kann eg ikki siga, at tað var.

Tí tá lívið hvørki er rættvíst ella órættvíst - so kann deyðin heldur ikki vera tað.


Kommentarer