At tosa um deyðan..
Heima hjá okkum hava vit altíð havt deyðan við, sum ein natúrligan part av lívinum.
Vit hava mangan tosað við børnini um, at øll - børn, vaksin og gomul - kunnu doyggja. At tað ikki er nakað, vit sjálvi ráða yvir.
At pápi mín doyði av krabbameini fyri góðum fimm árum síðani, hevur gjørt, at øll okkara trý børn javnan hava vitjað úti á kirkjugarðinum.
Vit hava tosað um himmalin, at kroppurin bara er eitt skal, og at alt tað, sum man er, fer til himmals, tá man doyr.
Í himmalinum er eingin keddur, eingin hevur ilt og einki er nakrantíð ringt.
Benjamin hevur sjálvur verið til óteljandi jarðarferðir hjá fleiri av sínum vinum.
Seinastu árini hevur Óluva Lín, lítlasystur Benjamin, sum er trý, eisini verið sera tilvitað um, at serliga besti vinur Benjamins, er deyður. Hann fór fyri tveimum árum síðani.
Og tá boð nú vóru eftir Benjamin, gjørdi tað alt so ósigiliga nógv lættari viðvíkjandi Óluvu Lín, at hon - omaná sjokkið av, at missa beiggjan - ikki eisini skuldi fyrihalda seg til sjokkið av deyðans eksistensi og tí faktanum, at børn eisini kunnu doyggja.
Vit hava jú longu tosað um tað so ofta. Sett orð á, sett spurningar og leitað okkum svar.
»So er Benjamin ein eingil«, segði hon, sum tað fyrsta, tá hon fekk deyðsboðini. Og eftir at hava hugsað seg um eina løtu legði hon afturat: »So eru tað nú tveir einglar, sum ansa eftir mær. Mín eingil - og so Benjamin.«
Eg veit, at summmi halda, at børn ikki nýtast hoyra um deyðan. Tey skulu skánast fyri jarðarferðum, kistum og grátandi vaksnum.
Men tað er bara ein sannroynd, at deyðin hoyrir óloysiliga saman við lívinum.
Og tá ið deyðin rakar - kanska serliga, tá hann rakar tey, sum ikki eru "mett av døgum" - er tað ein stórur fyrimunur longu at hava tosað um hann.

Kommentarer
Send en kommentar