Essensurin í lívinum er relatiónirnar við onnur
Eitt havi eg lært.
Lívið snýr seg um relatiónir.
Tað er líkamikið, hvat títt umdømi er. Hvar á karrierustiganum, tú ert. Hvussu skjótt, tú klárar at renna eitt hálvmarathon. Hvussu ofta útvarpið ringir til tín og biður teg viðmerkja ymisk viðurskifti. Hvussu nógv arbeiðstilboð, tú hevur fingið seinastu tíðina. Hvussu smáar klædnastøddir tú fært skrúvað teg niðurí.
Alt hetta er so at siga líkamikið. Tað kann geva ein ávísan smakk, men tað er ikki týdningarmikið.
Tá samanum kemur, er essensurin í lívinum tær relatiónirnar, tú hevur við onnur.
Tí tá lagnan flúktar teg mitt í andlitið, og tú ikki megnar at standa, men legst skerfløt, tá eru tað relatiónirnar, sum halda tær uppi. Sum verða tín orka at trekkja uppá, tá tú onga orku eigur sjálv.
Tað eru tey, sum heldur enn at flýggja - tí hvør orkar at uppsøkja tey, sum hava mist eitt barn? - heldur nærkast.
Tey, sum styjða teg tey tyngstu fetini.
Tey, sum eru har. Gráta við tær. Fáa teg at flenna. Fiksa ting, sum tú ikki eins orkar at hugsa um. Sum heinta og avlevera hini børnini. Sum skipa fyri ervinum, dekka borð, keypa inn og hava yvirlit.
Tað eru tey, sum ringja, sum skriva, sum klemma.
Sum bera tær døgverða, tá tú ikki so frægt sum megnar at dekka borð.
Sum bera tær posar fullar av gerandisvørum, tá tú ikki orkar tankan um at fara til handils.
Sum baka tær bollar. Bera tær kaffi. Senda tær blómur.
Sum aftur og aftur og aftur lurta, meðan tú aftur og aftur og aftur vevur inn og út úr somu tonkum og setur somu orð á. Meðan tú skiftivís tosar um tátíð, nútíð og framtíð í einum vavstri uttan mál ella mið.
Tey, sum koma, tó at tey fullvæl vita, at tey koma inn í eitt sorgarhús.
Tað eru hesar góðu, álítandi, sterku relatiónirnar, sum knappliga gerast tínar súlur. Tínar krúkkur. Tínir stuðlar.
Øll hesi fólkini, sum vísa umsorgan.
Tað er tað einasta, sum ber, tá lívið - ella deyðin - flúktar teg frammaná.
Tað er hetta, sum lívið snýr seg um.
Títt samband við onnur. Teirra samband við teg.
At bera, tá onnur ikki megna. At lata teg bera, tá tú ikki megnar.
Einki annað hevur veruliga týdning.

Kommentarer
Send en kommentar