Í dag verður ein góður dagur
Eg var til føstugudstænastu í Havnar Kirkju í gjárkvøldið.
Maria Jørðdal Niclasen hevði eina so góða og troystarríka prædiku, og eg kendi tað júst sum hon hevði skrivað hana bara til mín.
Sum sat eg einsamøll í hálvfullu kirkjuni.
Hon byrjaði við orðunum á gravsteininum hjá Williami Heinsen sum eisini eru ein linja úr eini yrking hanasar: Alt er endnu i vorden. Alt er enn verðandi - alt er enn í umbúna.
Tað er ikki liðugt enn.
Tað var gott at verða mint á, at sorgin, líðingin og meiningsloysi í føstuni um nakrar vikur verður avloyst av páskunum - og tá gevur alt aftur meining.
Tað var gott at verða mint á, at eg eri ikki einsamøll, tó at eg havi kent Gud ógvuliga langt burturi hesa seinastu vikuna.
Men páskavónin gevur aftur ugga.
Eg kenni meg lættari í dag av tí sama.
Eisini hóast sólin skínur.
Tí faktiskt hava sólríku dagarnir víst seg at verið svárari at komið ígjøgnum hjá mær. Kanska tí teir standa í so stórari kontrast við tað, sum kennist innaní.
Tá hevur verið frægari við myrkum regn- og tokufyltum døgum, sum ikki í sama máta útpensla gleði, lív og at alt bara gongur víðari, sum einki var hent.
Men í dag havi eg vindeygað víðopið. Eg hoyri fuglarnar láta av gleði í ísakøldu marssólini.
Tað er ikki so galið.
»Í dag verður ein góður dagur,« plagar Óluva Lín hvønn morgun at siga, beint eftir at hon hevur gánað so langt hon klárar og rópt »góðan morgun, Benjamin« <3
Í dag verður ein góður dagur!
Alt er jú endnu i vorden.

Kommentarer
Send en kommentar