You're a sky full of stars
Eg havi í dag funnið eitt sindur av Benjaminsa lyndi fram.
Tað kom sum eitt skot, tá sangurin Sky full of stars kom frá á Rás2.
Sky full of stars, sum vit bæði so ræðuliga ofta hava havt for frá, dansað til og sungið til.
Góðar leygardagar, meðan Benjamin maskaði og eg vaskaði.
Og nú gav hann knappliga eina heilt nýggja meining.
I don't care, go on and tear me apart
I don't care if you do, oh oh, oh
'Cause in a sky, 'cause in a sky full of stars
I think I saw you
Pínan er prísurin fyri at elska.
Eg má bara finna ein nýggjan máta at brúka alt tað, sum eg átti at givið tær. Eg má brúka tað væl. Eg skal geva tær hjarta mítt á ein nýggjan hátt.
Áh hvat hendan pínan kortini er ein lítil prísur at rinda fyri at hava sloppið at átt teg.
Áh hvat eg eigi at koma mær uppúr hesum myrkrinum og heldur minnast teg við allari tí gleðini, sum tú umboðaði og rúmti.
Eg leggi einki í, um eg skal slítast sundur, um tað er prísurin fyri teg. Tað taki eg við gleði!
Og millum allar himmalsins glitrandi stjørnur, ert tú :) Og tú verður bjartari, sum myrkrið myrknar.
You light up the path.
Tað er bara ein máti at lætta um hendan tunga vegin, og tað er, um eg havi góðu minnini um teg við. Um eg havi teg við. Um eg varnist teg, síggi teg.
Eg má fáa høvdið úr mínum egna nalva aftur..
Eg leggi einki í pínuna. Tí eg síggi teg. Endliga, endiliga síggi eg aftur teg!
Eg skrúvi for frá nú, Benjamin. Og so dansi eg, saman við tær her mitt á køksgólvinum.
Hoyrir tú? Klárur?
Trý, tvey, eitt, nú:
Kommentarer
Send en kommentar