Ein heilsan hinumegin frá
Í eini bók, sum eg havi keypt til genturnar, nevnd "Hvordan man har en usynlig bror", eru millum annað hesar báðar síðurnar.
»Ósjónligi beiggin sendir tær tekin um, at hann hugsar um teg - til dømis ein summarfugl.«
»Onkuntíð vísir hann seg sum ein ælaboga - tá kanst tú ynskja«
Í kvøld vóru vit úti á kirkjugarðinum. Tað var kalt og myrkt, og vit fóru øll úr bilinum og stóðu eina løtu hjá grøvini og hugdu at lyktunum, vit hava sett báðumegin fyribilssteinin. Tær logaðu so friðarliga við heitum, gulum ljósi.
So gánaðu vit øll, hugdu upp í myrka, stjørnuklára himmalin - og róptu hart: GÓÐA NÁTT, BENJAMIN!
Fyrst eg. So Ragnar. So Óluva Lín. Og síðani Vársól, sum rópti: Nátt, Benaniiiin!
Rópini skóru ígjøgnum kvirruna í kirkjugarðinum og vóru enn ikki tagnað, tá himmalin knappliga fór at flimra.
- Hvat er hatta, spurdi eg Ragnar, og hugsaði, at onkur mundi hava tendrað ein ljóskastara.
Men tá skar tað seg av álvara ígjøgnum kvøldarmyrkrið og sást skjótt eftir øllum himmalhválvinum.
Tað vakrasta grøna, skyggjandi norðlýsið trein fram millum skíggini - og dansaði um allan himmalin.
Vit stóðu øll sum kánus - og peikaðu runt allastaðni, har eyðkenda grøna ljósið skygdi og dansaði, áðrenn tað argandi flutti seg víðari.
Síðani hvarv tað - eins knappliga, sum tað kom.
Tað var Benjamin, sum vinkaði, staðfesti Óluva Lín beinanvegin.
Og eg eri sannførd.
Tað var tú. Mamma sá teg.
Takk ♥
(vánaliga i-phone myndin vísir á ongan hátt sanna vakurleikan)

Kommentarer
Send en kommentar