Ein livandi sjokolátakanin
- Nú er nakað tómt, ha, spyrja tey og sipa til fysiska tómrúmið heima hjá okkum, nú Benjamin ikki er her longur.
- So heilt ófatiliga tómt, svari eg og sipi til tómleikan innan í mær sjálvari.
Tí ofta kenni eg meg mest av øllum sum eina sjokolátakanin. Eitt tunt og skroypligt skal, sum so dánt hongur saman útvortis, men sum er púra tómt innaní.
Tað er ringt at lýsa tað. Men tað er ein einki-heit, eitt vacuum, eitt tómrúm. Eitt kensluleyst og lamsligið tómrúm, sum er eyðkent av meiningsloysi og líkagleði.
Alt, sum altíð hevur havt týdning fyr, tykist nú líkamikið.
Sum til dømis at gera mat, vaska klæði, fáa børnini í song til hampuliga tíð ella at avmarka skermtíðina. Nú er tað Burgerking og pizza líkasovæl sum nakað annað, tí eg makti ikki at gera mat. Klæðini verða vaskað, tá einki - absolutt einki - er eftir at fara í hjá gentunum. Eg kann nýta somu klæði aftur og aftur og aftur, tí tað er so fullkomiliga líkamikið, hvørjum eg eri í. Vit fara í song, tá vit eru móð, sova øll illa, og eru ofta uppi og mala, og um i-paddurin er tað, tær vilja hava, so friður verið við tí. Eg orki ikki at stríðast við tað.
Til dømis at arbeiða. Síðani eg var 14 ára gomul havi eg arbeitt. Eg havi sett eina dygd í at vera álítandi, arbeiðssom og levera tað - og helst meiri afturat - sum fólk vænta av mær. Eg havi arbeitt nógv meiri enn fulla tíð. Eg arbeiddi eisini fyri meg sjálva, meðan eg var í barsil, og eg arbeiddi altíð, meðan Benjamin varð innlagdur. Næstan altíð fleiri arbeiðir í senn.
Men nú tykist tað so ófatiliga líkamikið. Eg klári ikki at hugsa nakað um tað faktum'ið, at uppgávur liggja á láni, og eg leggi einki í, hvat fólk halda um meg sum arbeiðsmegi. Karriera er eitt so abstrakt og innantómt orð - so meiningsleyst og líkamikið.
Ella til dømis at síggja hampulig út. Eg havi gingið í joggingklæðum, síðani Benjamin fór. Benjaminsa joggingklæðum, faktiskt. At seta hárið, smyrja mær - og bara tað at fara undir brúsuna - er líkamikið.
Eg kundi ikki lagt minni í, hvat fólk hugsa, tá tey síggja meg. Ella tá tey koma inn á gólvið.
Tí kenslan av tómleika og líkagleði er so sterk innan í mær sjálvari. Alt er so flúgvandi líkamikið.
Bevares er tað eisini tómt her heima. Nú stólurin stendur tómur. Nú seingin er støðugt uppreidd. Støðugt køld. Nú eingi eyðkend gleðisróp hoyrast, tá eg komi inn. Nú eingin rópar á meg um náttina.
Bæði eg og Ragnar hoyrdu faktiskt Benjamin eitt kvøldið. Ella.. hildu okkum hoyra hann, júst sum vit plagdu fyri bara einum mánað síðani.
Í ein brotpart av einum sekundi hildu vit, at hann enn var her. Og tá veruleikin beint eftir rakti okkum, var tómleikin enn størri enn áðrenn.
Vit hildu okkum hoyra hann. Men hann var sjálvandi ikki har. Hann er ikki her.
Og kortini so er hann her. Kortini so fyllir hann enn alt. Hann er í hvørjum einasta rúmi, í hvørji einastu løtu og hvørjum einasta andadrátti.
Minnini um Benjamin eru allastaðni. Hann er her enn, hóast hann er farin. Hann er her enn hóast alt.
Og tí er tómleikin í nógv størri mun inni í mær sjálvari.
Men tað vita fólk ikki av.
Tað er ikki tað, tey meina við, tá tey spyrja, um tað ikki er tómt.
Men tað er tað, eg meini við, tá eg svari.
Jú!
Tómt...
So heilt ófatiliga tómt.

Kommentarer
Send en kommentar