Perspektiv, Eydna. Perspektiv!

Eg sá einaferð eina samrøðu við eina kvinnu í Rwanda. Hon varð fangað í ógvusliga blóðbaðskrígnum millum hutu'ararnar og tutsi'arnar. Eg minnist ikki, hvønn bólk, hon hoyrdi til, og tað kann eisini gera tað sama.

Hon greiddi frá, at hon flýggjaði við 2 ára gamla barni sínum, tá hermenn komu. Teir fingu tey aftur.

Við machetum sínum kubbaðu teir barnið í tvey. So fóru teir.

Eg sat og hugdi at samrøðuni við hesa stoisku kvinnuna í míni hvítu leðursofu í Havn og helt um mína 2 ára gomlu, sovandi Óluvu Lín.

Hon greiddi frá, at hon rópti á teir, bønaði teir um at drepa hana eisini. Teir flentu at henni.
Hon tosaði róligt. Nøgternt. Pakkaði einki inn, men penslaði heldur einki út.

Eg græt. Um hana og um son hennara. Royndi at seta meg í hennara støðu.

Tí stúrsaði eg við, tá hon síðani róliga staðfesti at, hon hevði fyrigivið gerningsmonnunum. Hon hevði seinni tosað við teir andlit til andlits. Teir bóðu um fyrigeving. Hon gav teimum hana.

Hon mátti sleppa tí, segði hon, annars høvdu teir oyðilagt hana eisini. Og tað vildi hon ikki lata teir.

Eins og fyrigevingarprosessin í Suðurafrika við Desmond Tutu á odda var fyrigevingin frá vanligu íbúgvunum í Rwanda eisini ein grundleggjandi fortreyt fyri at steðga borgarakrígnum. Fyri at sameina landið aftur og koma víðari.

***

Nú hoyra vit tíðindi úr Sýria. Bara fyrstu tveir mánaðirnar í ár eru yvir 1000 børn særd og dripin. Í einum fullkomiliga meiningsleysum, groteskum kríggi.

Tey, sum verða harðast rakt, hava á ongan hátt ynskt ella biðið um hetta kríggið. Sum lús ímillum tvær negl eru tey fangað millum Isis og Assad. Við sínum børnum. Sum nógv teirra enda við at missa.

***

Perspektiv, Eydna. Perspektiv!

Jú. Deyðin er kaldur og kyniskur, og tá hann tekur okkara børn, fer saknurin ivaleyst altíð at vera eins stórur hjá øllum teimum foreldrum, sum missa. Gráturin er líka heitur um allan heim.

Men umstøðurnar. Deyðsorsøkirnar. Síðsta tíðin. Tær eru ikki eins. Og tað perspektivið má eg taka við.

Bara fáar dagar áðrenn, Benjamin doyði, svam hann í Atlantshavinum, tí vit vóru á Grand Canaria.
Hann flenti so hart og hjartaliga, og gleðiskenslan av at hoyra hann, merkja hann og eygleiða hann, situr í mær enn, tá eg hugsi um tað.

Hann var tryggur. Forvitin. Glaður. Hóast eg var bláfryst, vildi hann ikki upp aftur úr sjónum. Vektleysur. Óttaleysur. Eydnuríkur.

Hann purraði uppundir og ynskti eitt livandi lív. Eg hevði tíbetur allar møguleikar at geva honum júst tað. Til eins stóra gleði fyri meg, sum fyri hann.

Hvønn dag mintist eg til at vera takksom fyri Benjamin og genturnar. Hvønn dag mintist eg til at vera takksom fyri alt, eg hevði, og alt, mær varð givið. Og eg upplivdi, at takksemi bara forstørrar kensluna av eydnu.

Og tá Benjamin doyði, komst tað ikki av reindyrkaðum menniskjansligum óndskapi.

Hann bleiv sjúkur. Knappliga. Og hann fekk alla hjálp, sum til bar at geva honum. Eg sat hjá honum. Helt í hondina á honum. Teskaði honum allar okkara bestu og eydnuríkastu løtur í oyrað. Kundi uttan nakran trupulleika óavbrotið teska honum um løtur av reinari lukku.  Reina lukku, sum var verulig. Sum vit høvdu upplivað.

Og uppá teir báðar kritisku tímarnar náddi eg ikki so frægt sum at koma ígjøgnum allar okkara góðu upplivingar og løtur, hóast eg teskaði óavbrotið.

Tað var ein skelkur, at hann fór. Gud veit, at tað var ein skelkur, sum tað tók mær fleiri vikur bara at fata. Gud veit, hvussu tung sorgin er, hvussu hon merkir meg. Hvussu svárt tað er, hvussu ringt tað er at skilja.

Men perspektivið er, at Benjamin var ikki kubbaður í tvey av einum tilvildarligum, fremmandum manni við machetu. Hann var ikki í fullkomnum meiningsloysi grivin undir leivdunum av einum bumbaðum húsum.

Tað var trygt. Gott. Heilt til tað seinasta.

Eg merki kortini, at eg nú havi mist takksemið. Árræðið. Viljan.

Men tá kvinnan í Rwanda kann velja lívið eftir at hava mist sín son so ógvusliga - so kann eg væl eisini í míni støðu.

Og tá tað bara seinastu tveir mánaðirnar eru útvið 1000 foreldur, sum hava mist síni børn í Sýria - sum ikki fáa frið at jarða, syrgja, verða troystað og loftað, tí tey støðugt mugu zigzagga millum bumbur og sniðálop,  eg seta mína støðu í perspektiv.

Samanborið við tey, eri eg ein luksussyrgjandi. Um man kann siga so.

Og nú sólin so vakurt rísir og sendir sínar gyltu strálur yvir Nólsoynna, kann eg bara staðfesta, at tað er blivið 24. mars. Tíðin er gingin. Eg má ganga við.

Sett í tann globala kontekstin og samanborið við ta sannroyndina, at foreldur missa síni børn hvønn einasta dag á teir mest óhugsandi og grotesku hættirnar, so havi eg onga umbering fyri at steðga upp. Fyri at dvølja í míni sjálvseymkan. Fyri at lata meg hoykna undir sorgini.

Eg meini so við - sjálvt Várharra misti son sín uppá ein óhugnaligan og barbariskan máta.

Samanborið við øll hesi, kann eg ikki loyva mær at steðga upp.

Eg noyðist víðari.

Elskaða Benjusbarnið - eins og eg á eggini til tín deyða uggandi teskaði tær um okkara mongu løtur í fullkomnum eydnusemi, mást tú nú á eggini til mítt lív onkursvegna uggandi teska mær um somu ríku eydnuløtur aftur.

Eg má halda á. Eg má liva. Og fyri at gera tað, má eg minnast teg við gleði.
Eg má grunda mína framtíð á tína eydnuríku fortíð.

Eg má finna takksemið aftur. Eg veit, at mín eydna hongur neyvt saman við tí.

Eg taki teg við mær víðari á leiðini, mín keri.

Takk fyri, Benjamin...

Takk fyri Benjamin!



Kommentarer