mundi, burdi, hevði verið, átti at verið, plagdi at..

Hesar hypotetisku vendingarnar. 

Tær verða nú brúktar allatíðina.. 

Sum tá vit fóru í konfirmatión hendan sunnudagin, og eg ikki fekk hildið tárunum aftur, tí Benjamin gleddi seg so nógv til sína egnu konfirmatión, sum hann mundi fingið við, tí hon skuldi vera komandi ár. Hann mundi sloppið at upplivað at verið heiðraður, og vit mundu so smátt farið undir fyrireikingarnar - at bókað høli, at tosa við prestin, at gera nýggj føroysk klæði osv.

Sum tá vit spældu fasta familjufótbóltsdystin í Gundadali - stór og smá - sum Benjamin elskaði! Hann plagdi at flenna og liva við, ongantíð so nógv, sum tá tað gekk hart fyri seg. Einaferð koppaði hann - og meiri enn einaferð brotnaðu felgurnar á koyristólinum. Hann plagdi at vera mitt í rokanum. Og hann plagdi at elska tað! 

Sum tá stóra spabaðið - ið var bílagt desiderað til Benjamin, tí einki var so gott fyri hansara kropsligu vælveru sum heitt vatn - nú ein dagin stóð í túninum. Hann burdi havt upplivað tað - hann burdi havt sloppið at sitið her uttanfyri hjá okkum undir stjørnunum og merkt, hvussu heita vatnið fekk spasmurnar at hvørva og lunguni at anda frítt av dampinum. Vit burdu havt keypt tað fyrr, so hann kundi sloppið at upplivað tað. Hann burdi hann havt livað enn, nú tað varð avleverað.. 

Sum tá systkinabørnini vóru her og hugdu at filmi, ótu bomm og síðani beistaðust, flentu og rokaðust. Tá átti Benjamin at verið mitt í rokanum. Hann átti at sitið í sofuni og eygleitt, hvussu tey beistaðust. Hann átti at sovnað, sum tann fyrsti her í sofuni uttan tó at vilja verða borin inn í song, meðan tey vóru her. Vit bæði áttu at havt sitið her - hann hálvsovandi, eg haldandi um hann. Inntil gestirnir fóru avstað. 

Sum tá vit fóru í biograf nú ein dagin, og Benjamin burdi havt verið við. Hann burdi havt flent eftir Óluvu Lín, sum altíð verður so spent, at hon grætur av søgugongdini í filminum, og hann burdi havt flent tá hann fekk cola og bomm. Hann burdi havt sæð reklamuna fyri filmin um Vitello, sum var hansara yndissøga av øllum. Og hann burdi havt sæð Vitello í biografinum. 

Hevði Benjamin verið her nú, so hevði hetta verið ein púra vanligur langi fríggjadagur. Eg hevði sitið her í sofuni og hildið um hann, meðan hann sovnaði, og eg hevði sníkt meg at mussað hann niður á nakkan og hálsin, tá høvdið á honum datt niður á bringuna. Eg hevði andað djúpt við nøsini í hansara hári - tann deiliga angan av honum. Um eina løtu hevði eg borið hann inn, og so hevði eg lagt meg at sova - við øðrum oyranum lurtandi eftir honum. Eg hevði verið skjót inn til hansara, tá hann rópti eftir mær, og eg hevði sannlíkt ballað meg hjá honum einaferð í nátt. 

Áh harragud, sum tað hevði verið, kundi verið, átti at verið, plagdi at vera deiligt.   


Kommentarer