Too much reality...

Tá Benjamin var sjúkur, var hann mangan veruliga sjúkur. Nógvan fepur, spýði illa, iltkrevjandi og ofta ordiliga slækkur.

Tíðina, tá vit bæði búðu í Danmark, skrivaðu og ringdu fólk ofta fyri at vita, hvussu tað gekk.

Um hann tá var sjúkur, plagdi eg ofta at svara við hesi regluni úr filminum »As good as it gets«:
Her er too much reality for a Saturday night.

For nógvur realitetur fyri eitt leygarkvøld. Góð regla, helt eg. Sigandi.

Men nú... nú er hendan góða, sigandi reglan ikki longur ein komandi-farandi støða. Nú er tað hinvegin blivið ein kronisk støða.

Eg orki illa at fara út millum fólk - nú fimm og eina hálva viku, síðani Benjamin fór. Eg orki ikki eyguni, sum eg billi mær inn verða send mær, og eg orki so illa at verða konfronterað við deyða Benjamins frá fólki, eg ikki kann forútsíggja fara at koma at heilsa uppá.

Eg orki ikki, at tey koma yvir at heilsa - men samstundis orki eg heldur ikki, at tey ikki gera tað.

Av hesum báðum ringu valunum, er tað kortini betri, haldi eg, at fólk koma at heilsa uppá, tí so veit eg, hvat tey hugsa - heldur enn at eg geri mær tankar um, hvat tey munnu hugsa - og hví tey ikki koma at heilsa uppá.

Eingin vil vera tann, sum er too much reality. Men eg veit, at eg eri blivin hon.

Eg orki ikki, at tey hugsa, at »har kemur hon við tí deyða soninum« - men enn størri er óttin um, at tey ikki gera tað. Tí er tað ikki eitt tekin um, at tey einki leggja í, at eg havi mist - og enn verri: at hann kanska longu er gloymdur?

***

Sunnudagin eftir at Benjamin var farin, var ein so strálandi vakur várdagur. Sólin skein og tað var stilt, men kalt.

Vit gjørdu av at fara at trilla ein túr. Tað vóru tað nógv onnur, sum eisini gjørdu.

Eg orkaði so illa at ganga, hvørt einasta fet vigaði eitt tons, og bakandi sólin stóð sum ein skerandi kontrast til tað myrkið, sum át meg upp innaní.

Og vit møttu so nógvum fólkum, sum vóru farin út at merkja sólina, várið og lívið. Fólk við vognum, fólk við hundum, fólk við flættaðum fingrum.

Og so komu vit.

Og eg kendi tað, sum vit bara vóru too much reality for a sunny sunday.

Deyðans boðberar.

Mær tókti synd í teimum, vit møttu. Hevði næstan hug at biðja um umbering fyri, at tey skuldu møta okkum - og soleiðis óforvarandi verða konfronterað við deyðan - og ikki bara deyðan, men heldur tað fakta'ið, at børn eisini doyggja; at tey eisini kunnu missa síni børn - ein slíkan vakran várdag.

Eg var bangin fyri at møta teimum. Men eg var eisini bangin fyri, at tey skuldu rýma undan okkum.
Tað gjørdi eingin teirra kortini - tvørturímóti - komu tey øll at heilsa.

Og tað var eg sera glað fyri, mitt í øllum ræðuleikanum.

Eg var glað fyri, at tey vildu og tordu at møta okkum, hóast vit vóru too much reality..

***

Eg havi enn trupult við at takla mín nýggja veruleika. Mín nýggja samleika. Mína nýggju sinnisstøðu.

Eg, sum altíð havi havt eitt sinni mest líkt saturday night, kenni meg hokna undir byrðuni av lívsins - ella deyðans - realiteti.

Og var eg sum eitt leygarkvøld, so var Benjaminsa ljósa sinni mest at líkna við eitt leygarkvøld á dansigólvinum - eitt av teimum sløgunum, sum man livir uppá leingi.

Og nú er tað forbiðið ringt at sameina this much reality við a saturday night.

So eg trilvi meg fram. Uttan kumpass, uttan mál, uttan nakra hóming av, hvussu man ger ella hvar man fer - ella hvat man ger av sær sjálvari - tá man missir sítt barn.

Eg orki ikki at bera hendan leiklutin. Men eg havi veruligan ótta fyri tí degnum, tá hann ikki longur liggur eins tungt á mær.

Eg havi veruligan ótta fyri, at tað aftur skal lýsna - tí merkir tað so ikki, at mín elskaði Benjamin - lív og deyði hansara - hava mist týdning?

Hetta er bara too much reality - even for a Monday morning...


Kommentarer