Memento Mori

All men think all men mortal
- but themselves.

Tað skrivaði Edward Young í 1740'unum í verkinum: Night thoughts on Life, Death and Immortality.

Øll menniskju vita, at øll menniskju skulu doyggja - uttan tey sjálv.

Hetta uppsummerar nakað av tí, eg havi hugsað nógv um, síðani Benjamin fór. Tí tað tykist, sum at vit hegnisliga útiláta okkum sjálvi, tá deyðin kemur inn í líkningina.

Vit klára væl at skilja líkningina:
Lívið, deyðin og øll hini.

Men tá tað snýr seg um okkum sjálv, ljóðar líkningin:
Lívið og vit (og møguliga deyðin, tá vit eru vorðin 120 ár og mett av døgum - men tað verða vit tíbetur ongantíð. Ikki vit.)

**

Tá fólk til dømis fáa boð um, at tey hava krabba og einki er at gera, hvussu reagera vit tá? Hvat siga vit? Hvat hugsa vit?

- Oyss, tað er forferdiligt. Fyristilla tær, at fáa boðini um, at tú skalt doyggja. Fyristilla tær at vita, at lívið skal enda. Og børnini? Og familjan? Forferdiligt hjá teimum øllum.

Tað sama gjørdi seg galdandi, tá Benjamin fór.

- Altso, tað er syrgiligt hjá tykkum. Tað var so knappligt - og so var hann bara farin.. Trist hjá tykkum.

Og ja. Tað er trist hjá okkum, at vit hvønn dag vakna til ein nýggjan dag við sama, stóra missi, sum ongantíð, nakrantíð kann gloymast ella fyllast av øðrum.

Tað er eisini trist hjá teimum, sum til dømis fáa boð um ólekiligan krabba og eina avmarkaða lívstíð.

Men tað, sum er løgið, er, at fólk mangan als ikki seta hesar støðurnar í samband við seg sjálv.

Og tað er absurd, tí deyðin jú er einasta treytin fyri lívinum.

Ikki bara hjá teimum, sum fáa boðini - ella hjá teimum, sum missa brádliga.

Men hjá øllum!

ØLL hava jú ein deyðsdóm hangandi yvir høvdinum. ØLL hava eina avmarkaða lívstíð. ØLL fingu við boðunum um lív eisini boðini um deyða.

Men tá fólk øtast og gráta um hini, sum fáa boðini um at lívið kann enda, tykist tað mangan sum um, at tey sjálvi ikki eisini eru í sama stóra vanda fyri at lívið kann enda. Sum um at tað er nakað ræðuligt, sum bara hendir fyri hini - men sum tey sjálvi eru leys av.

Og tað er undranarvert, tí tað er ikki bara Benjamin, sum checkaði knappliga út - ØLL kunnu nær sum helst fara - uttan ávaring, púra óforvarandi, so er man farin.

Vit sjálvi. Okkara næstu. Eisini okkara børn. Nær sum helst.

Hjartasteðg. Ferðsluvanlukka. Óhapp av ymsum slagi. Tilburðir av ymsum slagi. So eru vit farin.

Men tað tykist, sum um tankin um hendan veruleikan ikki so mikið sum streyfar fólk. Tí tey øtast um øll hini. Sum deyðin rakar ella kann raka.

Í grundini er tað øvugt: tey, sum fáa boðini um eina avmarkaða lívstíð, fáa í grundini frá læknavísindini eitt tíðarlyfti, sum eingin annar okkara hevur fingið.

»Tú fært eitt ár.«
»WAUW - í grundini er tað fantastiskt. Tí ongantíð fyrr havi eg havt nakað lyfti um, at eg fái eitt ár afturat«

Vit taka lívið fyri givið. Veruleikin er, at vit øll kunnu fara nær sum helst.

Og vit eiga tí eisini at liva eftir tí.

Memento mori. Minst til deyðan.

Hann er treytin fyri at liva lívið so væl, sum vit kunnu.

Meðan vit enn hava tað.

Meðan vit enn hava tey, vit elska.





Kommentarer