You have been loved
Í sanginum You have been loved syngur George Michael um eina mammu, sum missir son sín.
She thinks of when the boy was young
All the battles she had won
Just to give him life
But now we meet to take him flowers
And only god knows why
And only god knows why
Áh, teir kampar eg havi tikið fyri Benjamin. Áh tey stríð, eg havi vunnið fyri at tryggja honum tað lívið, hann fekk. Bæði við umheimin - men ikki minst við meg sjálva. Vit vunnu. Vit tryggjaðu honum eitt gott, ríkt, kærleiksfult, spennandi og mennandi lív. Vit stríddust - saman - fyri at víðka normarnar fyri tí "normala", vit stríddust fyri at gera vart við, at lívið er vert at liva - eisini hóast brek.
Men nú hittast vit á grøvini.
Bara gud veit hví.
For what's the use in pressing palms
When children fade in mother's arms
It's a cruel world
When children fade in mother's arms
It's a cruel world
We've so much to lose
And what we have to learn, we rarely choose
Hvat tað nyttar at biðja, tá børn kortini doyggja í favninum á mammu síni?
And what we have to learn, we rarely choose
Hvat tað nyttar at biðja, tá børn kortini doyggja í favninum á mammu síni?
Jú meiri, vit elska, jú meiri hava vit at missa. Og vit velja ikki sjálvi, hvat tað er, vit skulu læra.
Kann Gud vera livandi, um hann tekur okkara børn?
Ja.
Ikki hugsa, at Gud er deyður, sigur mamman.
Kann Gud vera livandi, um hann tekur okkara børn?
Ja.
Ikki hugsa, at Gud er deyður, sigur mamman.
So if it's god who took her son
He cannot be the one living in her mind
Take care my love, she said
Don't think that god is dead
Take care my love, she said
You have been loved
Tú hevur verið elskaður.
Og so kemur tað. Reglan, sum eg skilji, at næstan øll, sum hava mist, stríðast við. Fyrigevingin fyri alt tað, vit ikki megnaðu. Alt tað, vit gjørdu galið.
If i was weak, forgive me
But i was terrified
You brushed my eyes with angels wings, full of love
The kind that makes devils cry
But i was terrified
You brushed my eyes with angels wings, full of love
The kind that makes devils cry
Eg var ræðslusligin, men tú streyk við einglaveingjum - fullum av kærleka - eftir eygum mínum. Tú læt eygu míni upp fyri tí treytaleysa kærleikanum - tí kærleikanum, sum fær devlar at gráta. Tú lærdi meg. Alt.
Fyrigev mær mínar veikleikar. Mína skroypiligheit. Mína ófullfíggjaðu veru, mína ótilstrekkiligheit - at eg ikki altíð gjørdi alt eitt sindur betur.
Fyrigev mær mínar veikleikar. Mína skroypiligheit. Mína ófullfíggjaðu veru, mína ótilstrekkiligheit - at eg ikki altíð gjørdi alt eitt sindur betur.
Fyrigev mær..
So these days
My life has changed
And i'll be fine
My life has changed
And i'll be fine
But she just sits and counts the hours
Searching for her crime
Lívið er broytt. Men tað gongur nokk, sigur hon við hini.
Men sannleikin er, at hon bara situr og telur tímarnar. Tí tíðin gongur - ella stendur still - tað er faktiskt ilt at vita, tí tíðin er so torfør at fyrihalda seg til, tá tú ert í sorg.
Hon telur tímarnar, sansar bara, at teir ganga - og hon rannsakar, hvat tað var, hon gjørdi galið.
Hetta er ein lyklasetningur.
Tíðin gongur, siga vit øll. Men hon bæði rennur avstað og hon gongur ikki - í senn.

Í dag eru tað 4 vikur síðani, vit fóru á sjúkrahúsið fyri seinastu ferð. Um akkurát hesa tíðina fyri akkurát fýra vikum síðani, ballaði eg meg tætt inn til Benjamin í sjúkrahússeingini - legði høvdið inn móti hansara øksl og helt um hann - fyri seinastu ferð, skuldi tað vísa seg.
Tað er so óendaliga langt síðani, men tað er ein lítil løta síðani, men tað hendir beint nú - alt í senn.
Og eg brúki tíðina, sum er - ella sum ikki er - til at leita, nei, til veruliga at rannsaka, hvat tað var, eg gjørdi galið. Hvat var mítt misbrot, hvat var mítt brotsverk, hvat var tað, eg yvirsá, hvat var tað, sum eg átti at havt gjørt betur - hvat var tað, sum gjørdi, at eg lat teg doyggja??
Eg sigi, at eg nokk skal klára tað. Men eg veit ikki, um eg trúgvi mær sjálvari.
Vit velja ikki, hvat tað er, vit skulu læra.
Take care my love, she said
Don't think that god is dead
Take care my love, she said
You have been loved
Don't think that god is dead
Take care my love, she said
You have been loved
Tú vart elskaður.
Tað ert tú enn.
Kommentarer
Send en kommentar