Hvussu nógv børn eigur tú?
Bara tveir dagar eftir jarðarferðina hjá Benjamin kom spurningurin, sum eg longu hevði vent í høvdinum.
Hvat svarar man uppá spurningin um, hvussu nógv børn man eigur, tá man eigur trý, men eitt teirra ikki er her longur?
Tað var í einum føðingardegi, har eg hevði trekt meg inn á wc, har yngsta dótturin og ein smágenta, sum eisini var har, spældu.
- Ert tú mamma hennara?
- Ja.
- Eigur hon nakra systur?
- Ja. Hon eigur eina systur, sum eitur Òluva Lín og er trý ár.
- Eigur hon nakran beiggja?
Og hvat sigur man so?
- Ja, svaraði eg. Hon eigur ein stóran beiggja, sum er 12 ár. Men hann er ein eingil í himlinum hjá Jesuspápa.
Smágentan hugdi uppá meg og tað var tøgn í nøkur fá sekund.
- Varð hann sjúkur?
- Ja, hann bleiv knappliga sjúkur. Og so doyði hann.
- ókey.
Og so spældu tær víðari.
Hendan fyrsta ferðin gekk rímiliga væl. Tí tað var eitt barn, og børn eru opin.
Men hvat sigur man við vaksin? Sum verða illa við og tikin á bóli.
Eigi eg nú tvey børn?
Nei - tað kann eg ikki siga. Eg eigi trý. Eg kann ikki lata sum um, at Benjamin ikki hevur verið.
Eg eigi trý børn: Tvær gentur , sum eru 1 og 4 - og ein eingil, sum bleiv 12.
Kanska er tað besta svarið.

Kommentarer
Send en kommentar