Ymsar útsagnir frá ymsum fólkum..
Her eru ymsar útsagnir, sagdar í sambandi við Benjamin. Seinastu dagarnar eru tær runnar fram fyri meg:
»I lever i en stjernetid. En stjernetid. Husk det.«
Danskur yvirlækni í mai 2017, eftir at Benjamin var opereraður, og vit øll vóru um hann á intensiv, har hann lá eftir operatiónina. Eg lá og helt um Benjamin, sum svav, á fótalagnum lá Óluva Lín og svav, í stólinum beint við síðunar av seingini sat Ragnar og svav - og í einum vogni fyri endan av seingini lá Vársól og svav.
Yvirlæknin kom inn at hyggja til Benjamin. Hann smíltist. Segði seg síggja, at Benjamin hevði tað gott, og fór avstað aftur. Vendi sær í hurðini og segði omanfyri endurgivna sitat. En stjernetid. Husk det!
Havi so ofta síðani hugsað um hesi orðini, tá tað hevur verið rokaligt her heima. Ja, av sonnum ein stjørnutíð!
»Jeg ville bare lige sige hej til jer. Jeg har lige fået en datter, der sandsynligvis vil være multihandicappet. Men jeg må lige sige, at jeg har fået håb og gå-på-mod af at se jer. Så tak!«
Ein ókend ung dama við barnavogni við Vesterport-statión í Keypmannahavn.
Vit høvdu just verið í Palads í biograf og hugt at Ferdinand - og Benjamin flenti og var í so sera, sera góðum lag. Óluva Lín nanaði hjá honum í koyristólinum, Ragnar trillaði tey, og eg trillaði Vársól við síðuna av. Vit flentu og fjasaðu øll - eisini Benjamin. Og tað rørdi opinbart hesa ungu mammuna, sum trillaði sítt lítla barn, ið sannlíkt bar brek, so nógv, at hon gjørdist glað og fekk vón.
Hansara breiða smíl rakk langt. Longri enn hann sjálvur - og vit - vistu av.
»It is evident that you have done a great job, because this boy has got some serious self confidence.«
Ein av venjarunum á skotska Petøsentrinum, har vit vóru fyrstuferð, tá Benjamin bara var 2 ár. Ein sjálvsikkur ungur maður, sum herjaði á allar uppgávur við størsta sjálvsáliti og árræði.
Góða sjálvsálitið hevði hann alt lívið - tíbetur, sjálvt um hann ikki altíð tímdi líka væl at venja ;)
»This building is not open for tourists. This is the Chrystler building. However.. This young man can come, if he would like to«
Vaktin í Chrystlerbygninginum í New York, sum vit í okkara fávitsku hildu vera Empire State Building. Vit sluppu upp á hæddina, har eyðkendu drekarnir stinga út, gingu runt og mólu við vaktarmanninum sum guide og høvdu heimsins besta útsýni yvir á Empire State Building, sum vit seinni eisini vitjaðu.
(les meiri undir myndini)
»Komið fram um bíðirøðina«.
Sagt umleið allastaðni í Spania, har vit stóðu í kø.
»Takið tit bara taxabilar til strondina og heimaftur - og biðið teir senda rokningina til hotellið.«
Fyristøðukvinnan á hotellinum í Bermuda. Av tí, at Benjamin ikki slapp inn í lítla strandarbussin, varnaðist hon, at vit gingu stutta teinin millum (tað heilt himmalsku) strondina og hotellið. Og tað vildi hon ikki hoyra talan um.
Vit fingu boð um at taka taxa báðar vegir - rokningina skuldi hotellið nokk ordna.
»Her er en halvtredser. Tag og køb knægten en is«
Eldri maður, sum vit aldri høvdu sæð fyrr, í Enghaveparkini ein góðan summardag.
»Hola Messi«.
Taxasjaufførar, tokkontrollørar og aðrir mannligir tænastumenn í Barcelona við Benjamin, meðan teir entusiastiskt vinkaðu, klappaðu honum ella ruspaðu hann um hárið.
Øll børn skulu hava eitt navn á teknmáli; eitt tekn, sum verður teirra navn. Vit hava longu funnið Benjaminsa navn. Hansara tekn er "smíl". So tá vit her á skúlanum nevna Benjamin gera vit øll samstundis teknið fyri "smíl". Tað er hann <3
Lærarinnan á Strandparkskolen, skúlanum, sum Benjamin gekk í, tá vit fluttu aftur úr Barcelona til Keypmannahavnar. Altso, hvat hann treivst væl á Strandparkskolen. Smílidrongurin...
»Eg má bara siga tað, sum tað er. Hesin drongurin er forsømdur. Tú hevur altso forsømt hendan dreingin«.
Ignoranti og arroganti yvirlæknin á Hvidovre Hospitali, sum ikki fataði ein skid av nøkrum.
Orðini fullu, tá vit eftir 7 totalt hospitalsfríar mánaðir í Barcelona (fyrstu sjey samanhangandi hospitalsfríu mánaðirnir nakrantíð), komu aftur til kanning á Hvidovre Hospitali.
Benjamin átti at havt verið til eina kanning 2 mánaðir frammanundan, sum eg havði avlýst, tí vit vóru í Barcelona. Hann hevði ongantíð, nakrantíð havt tað so gott fyrr. Hann hevði ongantíð verið so lítið sjúkur, og hann hevði ongantíð áður kunnað brúkt sína orku uppá at læra, at mennast mentalt og kognitivt og koma seg bókliga. Lagið hevði ongantíð verið so gott - og orkan var í topp. Hann var krútsterkur, væl fyri og í allar mátar røktur og ansaður og stimbraður til ug.
Men av tí, at vit í 7 mánaðir høvdu traðkað út úr hospitals exell-arkinum, konkluderaði kúbýtti yvirlæknin, at Benjamin var forsømdur.
Eg var so lamsligin, at eg fekk ikki orðið upp. Eg fekk simpulthen einki svarað honum.
Men síðani havi eg helst brúkt fleiri tímar uppá at geva honum av grovfílini fyri hansara vantandi holistiska menniskjasýn og hansara totalt manglandi fornemmilsi fyri, hvat forsømilsi í grundini er - og hvat børn í grundini hava tørv á.
to be continued, so hvørt, sum fleiri renna framfyri meg..
Kommentarer
Send en kommentar