ein riva av vón í myrkrinum



Benjamin doyði mánamorgunin 12. februar.
Ein so strálandi vakran kavamorgun við bjartari sól.

Eg lá í songini hjá honum allan morgunin. Helt um hann. Mussaði hann. Kíndi honum. Lat fingrarnar renna eftir vakra snýðinum aftur og aftur, so teir aldri skuldu gloyma, hvussu tað kennist at kína honum.

Vit sótu hjá honum allan dagin. Merktu, hvussu hann kólnaði. Stívnaði.

Sóu, at hann var farin.

Seint um kvøldið fóru vit heim. Eg kláraði ikki at vera í mínum egna kroppi. Rúmtist ikki. Fekk ikki luft.
Hevði ikki sovið síðani leygarnáttina.
Gekk og mól. Fekk ikki sovið. Fekk ikki verið vakin. Fekk ikki verið til.

Rópti til Gud.
HVAR ERT TÚ?? HVÌ ERT TÙ IKKI HER?? TÚ HEVUR LOVAÐ AT HJÀLPT MÆR - AT BORIÐ MEG GJØGNUM TYNGSTU LØTURNAR.
HVAR ERT TÚ NÚ, GUD??

Tók Bíbliuna.

Benjaminsa Bíbliu.

Blaðaði upp. Onkustaðni, tilvildariligt. Segði við Gud, at nú mátti hann vísa mær, at hann var har.
Og einki "dagar tínir eru taldir í móðurlívi- fjas" tí tað maktaði eg ikki.

Onga bleyta troyst, tí eingin troyst rakk til. Eg var stødd langt uttanfyri alla troyst.

Eg blundaði og lat Bíbluna upp.

Ánaði ikki, hvat eg rakti.

Eg rakti sálm 88.

Og sálmur 88 rakti meg. Mína støðu.


2HARRI, Frelsugud mín! Eg kalli um dagin, og um náttina kemur róp mítt fyri Teg.
3Lat bøn mína koma fyri ásjón Tína, boygg oyrað til róp mítt!
4Tí sál mín er mett av vanlukkum, og lív mítt er komið deyðaríkinum nær.
5Eg verði roknaður javnt við tey, sum fara niður í grøvina; eg eri vorðin sum ein, ið tað er úti við,
6kastaður millum hini deyðu, líkur falnum, ið liggja í grøvini, sum Tú ikki minnist longur, tí teir eru rivnir Tær úr hond.
7Tú hevur lagt meg niðast í grøvina, niður í myrkrið, í avgrundir.
8Tung hvílir vreiði Tín á mær, allar bylgjur Tínar lætst Tú leggja yvir meg. - Sela.
9Tú hevur rikið kunningar mínar langt burtur frá mær, gjørt meg andstyggiligan fyri teimum; eg eri innistongdur, sleppi ikki út.
10Eyga mítt er kámt av neyð; hvønn dag havi eg rópt til Tín, HARRI, og rætt hendur mínar móti Tær.
11Manst Tú tá gera undur fyri deyð, munnu skuggar fara at rísa upp og takka Tær! - Sela.
12Man verða tosað í grøvini um náði Tína, í avgrundini um trúfesti Tína!
13Munnu undur Tíni vera kend í myrkrinum, rættferð Tín í landi gloymskunnar!
14Men eg, HARRI, eg rópi til Tín, og um morgunin kemur bøn mín ímóti Tær!
15Hví koyrir Tú sál mína frá Tær, HARRI, hví fjalir Tú ásjón Tína fyri mær?
16Armur eri eg og doyggjandi líka frá ungdóminum; eg beri ræðslur Tínar, eg má missa mótið.
17Vreiðilogar Tínir ganga yvir meg, ræðslur Tínar forkoma mær;
18sum vatn eru tær rundan um meg allan dagin, tær kringseta meg, allar sum tær eru.
19Vin og næsta hevur Tú rikið langt burtur frá mær; í staðin fyri kunningar mínar havi eg nú myrkrið.


Løgd niður í grøvina. Niðast í myrkrið. Sálin mett av vanlukkum. Lívið komið deyðaríkinum nær. Eg eri innistongd í mær sjálvari - fái ikki luft, sleppi ikki út, kann ikki rýma.

Eygað er kámt av neyð. Í neyð. Neyð!

Eg rópti til Gud. Hví fjalir tú teg? Hví koyrir tú meg burtur frá tær? Hví hevur tú tikið mítt elskaða barn? Eg var ikki liðug at elska hann!!

Arm. Doyggjandi. Mótleys. Ræðslurnar forkoma mær, kringseta meg, sum vatn flóta tær allastaðni rundan um meg.

Vinur og næsti mín - elskaða, elskaða barnið mítt - er tikið burtur frá mær.

Heldur enn Benjamin havi eg nú bara myrkrið.

Eg havi bara myrkrið.

myrkur. neyð. innistongd.

**
Eg las sálma 88 fleiri ferðir ígjøgnum. Hann lýsti mína støðu fullkomiliga við orðum, sum eg sjálv ikki megnaði at seta á.

Eg fekk eingi troystarrík orð, tí teimum rúmaði eg ikki. Ynskti tey heldur ikki. Men eg fekk eina lýsing av, hvussu eg hevði tað.

Eg kendi tað sum eina ásannan av, at Hann visti, hvussu eg hevði tað.

Gud var har!

Og jú oftari eg las, jú meiri hefti eg meg við brotið mitt í. Sum brýtur frá. Sum ikki er ein staðfesting ella ein lýsing av støðuni. Men ein lítil riva av vón.

Manst tú gera undur fyri deyð? Munnu skuggar fara at rísa upp og takka tær?

Eg má trúgva tí. Eg havi einki annað..

Eg havi einki annað enn hesa rivuna av vón.

Og so myrkrið.

Man vera tosað í grøvini um náði tína?

ja.

Eg trúgvi tí.

Tú veist, hvussu eg havi tað. Tú ert har.

í grøvini tosa tey um náði Guds.

Tey, sum tosa, eru ikki deyð.

Sálmur 88 er framvegis ein lýsing av mær.

Men trúgvin og vónin eru sterkari.

Tað er tað einasta, eg havi.

Afturat myrkrinum.



Kommentarer