Eljustríðið í mínum sinni..
Aftur ein svøvnleys nátt, har eg skifti ímillum at hava andvekur og hava marruna.
Eg droymdi, at eg lá í grøvini hjá Benjamin. Eg merkti hansara kalda kropp og eg kendi angan av honum. Ikki sum hann angaði, tá hann var livandi, men tann kvalmandi søta angan av líki. Eg sá uppundir takið av flagi, sum eg nú havi lagt á grøvina, og í røturnar av krokusunum, sum eg í vikuni setti niður í hópatali.
Eg vaknaði av ógvusliga súgvinum í búkinum - klumpinum av myrki, sum er fluttur inn í mín kropp og sum nú serliga kemur fram um náttina.
Aftur í nátt koyrdu tankarnir í klingur - lupu á meg aftur og aftur og prikaðu meg við, hvat eg átti at havt gjørt øðrvísi.
Nú eri eg við at venja meg við hetta. Eg veit, at tað hjálpir at lesa.
Eg las um hvat hendir, tá vit missa eitt barn. Um skuldarkenslur, positiva psykologi, New Age, spiritualitet og religión. Um hvat vit hava ræði á - og hvat vit als ikki hava ræði á. Um hvussu andin í tíðini nú leggur upp til, at vit sjálvi smíða okkara eydnu. At um vit eru óeydnusom, so hava vit helst sjálvi gjørt okkurt galið.
Eg las um, hvussu trúgvin á Gud tekur hesa ábyrgdina frá okkum og setur okkum inn í ein størri samanhang, sum vit kanska ikki skilja. Men sum gevur eitt slag av meining. Ta einasu, sum er at finna..
Tað hjálpti.
Eg sovnaði aftur, men droymdi so, at eg misti báðar genturnar í eini vanlukku. Eg stríddist, bardist, gjørdi alt, eg var ment, men eg fekk ikki bjargað teimum. Hvørgari teirra. Aftur hetta hjálparsloysið, hesar skuldarkenslurnar, hesir tankarnir um, hvat eg skuldi gjørt øðrvísi.
Vaknaði aftur av ógvusliga súgvinum í búkinum - klumpinum av myrkri, sum er fluttur inn í mín kropp og sum nú serliga kemur fram um náttina.
***
Við míni rationellu hugsan, veit eg, at eg ikki stýri lívi ella deyða. Eg veit, at eg sjálv eri undirløgd lívsins treytir, og at eg á ongan hátt sjálv kann vera Gud í lívinum hjá mær sjálvari ella mínum næstu. Rationelt veit eg, at tað ikki eri eg, sum ráði.
Men tað er ikki bara tann rationella hugsanin til. Tað er eisini tann irrationella. Og meðan eg sjálv má gera mær stóran ómak fyri at hugsa ta rationellu fram, kemur tann irrationella bara óboðin buldrandi uttan at eg fái vart meg.
Tað er eitt støðugt og útmattandi eljustríð í mínum sinni - men tað er eitt órættvíst stríð, tí partarnir stríðast ikki undir somu fortreytum.
Rationellu hugsanirnar eru veikar, skirvisligar og spakar - tær halda seg aftur.
Irrationellu hugsanirnar eru frekar og ágangandi - og tær leypa á meg sjálvt í svøvni.
I 've got a war in my mind
And my body is the battlefield

Kommentarer
Send en kommentar