Pínufullur missur? Tað er í grundini veldigt..


Í bókini »When Breath becomes Air« hjá Paul Kalanithi, tosa høvuðspersónurin, Paul, sum hevur fingið staðfest ólekiligan krabba, og konan, Lucy, um, hvørt tey skulu fáa sær eitt barn.

- Men fer tað, at tú skalt siga farvæl við títt nýfødda barn, ikki bara at gera deyðan enn pínufullari? spyr Lucy.
- Hevði tað ikki verið veldigt, um tað var so? spyr Paul afturímóti.

Lívið snýr seg ikki um at sleppa undan líðing. Og lættasti deyðin er ikki neyðturviliga tann besti.

Skalt tú hava ein lættan deyða - ella skalt tú ikki syrgja ov nógv, tá tú missir - so er at investera so lítið í lívið, sum gjørligt. Lata vera við at investera í tíni næstu.

Tú jú meiri tú fevnir lívið og jú meiri tú elskar, jú verri verður deyðin.

***

Halt kipp ikki, Benjamin, sum vit hava havt tað gott saman. Halt kipp ikki, sum vit tóku allan skalan, sum hann var - heilt frá deyðsangist um títt lítla, mangan so sjúka kroppiskinn til tær heilt stóru upplivingarnar við markleysari gleði kring heimin.

Vit livdu lívið. Saman. Upptúrar og niðurtúrar. Saman. Og eg visti ikki, hvar tú byrjaði og eg sjálv endaði. Vit vóru mestsum eitt.

At eg altíð mátti tulka meg fram til, hvat tú hugsaði, spurdi um, ynskti og vildi, gjørdi, at eg so at siga var inni í tínum høvdi og sinni bæði dag og nátt.

Og at eg mátti vera um teg kropsliga, styðja teg, nana tær, hjálpa tær at fremja rørslurnar, tú hóast alt fekst gjørt, hevði við sær, at vit høvdu óvanliga nógva fysiska kontakt. Nógv tann størsta partin av okkara tíð saman, nart eg onkursvegna við teg.

Vit runnu av somu rót - bæði í sinn og skinn.

Vit bæði. Í parti saman. Og eg hoyri teg fyri mær enn. Og mínir fingrar vita enn út í æsir, hvussu tað kennist at kína tær og at strúka ígjøgnum títt kraftiga, krúlluta hár. Eg minnist hvørja detalju av lítlu hondini, sum nú slett ikki var so lítil longur.

Tú umfevndi meg so heilt og fullkomiliga - og hvat kundi eg annað, enn gera tað sama við teg?
Hvat kundi eg annað enn boyggja meg fyri tínum hugi til upplivingar, tíni tráan eftir lívinum og látrinum?

Nú siga fólk við meg, at vit fingu tað at síggja út sum, at alt bar til.

Men tað bar jú væl til. Tað ber jú sakans til! Forðingarnar krøkja seg ofta bara í fordómar og teir avmarkaðu kassarnar, fólk sjálvi skapa.

Var títt lív verri enn lívið hjá øðrum? Nei, mín keri, tað fari eg at pástanda, at tað á ongan hátt var. Og eg veit, at tú ikki helt tað sjálvur heldur. Tað var ríkt. Fult.

Tað besta, eg kundi siga við teg, var: Skulu vit vísa teimum?
Og so flenti tú hart, spjálkaði við beinunum og gól av gleði - tí tað tímdi tú væl. At vísa teimum.
At prógva fyri teimum, hvussu lítið tey í grundini vistu..

Eg og tú vistu tað væl. Viss man ynskir sær nakað, skal man bara gera tað.
Tað er ikki so nógv verri enn tað..

Vit tóku heimsins lond - eitt fyri og annað eftir. Og tað góða var, at verðin eisini tók okkum.

Minnist tú allar tær hjálpandi hendurnar, vit hava møtt? Minnist tú, hvussu býtt øll blivu í tær, tá tú flenti og smílti títt eyðkenda, breiða tekniseriusmíl, sum fór beint í hjørtuni? Hvussu væl øll untu tær upplivingar og gleði. Og hvussu tú smittaði tey við tínum sterka lívsalski?

Eg hugsi, at tú setti teirra egna lív í perspektiv.

Eg havi sett meg at reksa upp tey støðini, vit hava verið saman. Eg havi allarhelst gloymt okkurt.

Føroyar, Danmark, Skotland (tríggjar ferðir), Mallorca, Egyptaland (Sharm el Sheik), Ísland, USA (New York), Bermuda, Sameindu Arabisku Emiratini, Spania (Barcelona 7 mánaðir), Frakland (Nice), Monaco, Tenerifa (Kanarisku Oyggjarnar), La Gomera (Kanarisku Oyggjarnar), Bulgaria, Frakland (París), Svøríki, Egyptaland (Hurghada), Spania (Barcelona), Norra, Cuba, Týskland (Bremen, Gøttingen, Frankfurt), Frakland (Colmar), Luxembourg, Holland, Týskland (Hamburg), Gran Canaria (Kanarisku Oyggjarnar - bara fáar dagar áðrenn tú doyði)

Nú tú fórt, átti tú hartil eina føðingardags-fótbóltsferð við babba, sum bara bíðaði inntil veðrið bleiv betri. Lívið gekk enn við fullari ferð. Vit ætlaðu ikki hetta - vit áttu so nógv á láni, sum vit droymdu um at gera og síggja.

Tað var tjahullalahey og við fullari ferð. Í so stórari kontrast við løturnar í sofuni. Longu løturnar um næturnar. Løturnar á sjúkrahúsinum. Tá orkan var lág, men tá okkara røtur vuksu seg so tætt saman, at vit ikki vistu, hvar annar byrjaði og hin endaði.

***

Eg eri fullkomiliga sannførd. Og eg eri samd við Paul Kalanithi.

Lívið skal ikki livast soleiðis, at deyðin verður mildur.

Tá man livir við fullari ferð, tá man fevnir lívið og elskar meiri, enn man kann greiða frá - so djúpt, so reint og fullkomiliga - tá verður deyðin pínufullari.

Men áh, sum tað er veldigt, at tað er so.

Tí lívið snýr seg ikki um at sleppa undan líðing. Og lættasti deyðin er ikki neyðvendigvís tann besti.

Skalt tú hava ein lættan deyða - ella skalt tú ikki syrgja ov nógv, tá tú missir - so er at investera so lítið í lívið, sum gjørligt. Lat vera við at investera í tíni næstu.

Tí jú meiri tú fevnir lívið og jú meiri tú elskar, jú verri verður deyðin.

Tað er mær faktiskt ein uggi at kunna forklára hesa óreinu pínuna soleiðis.

Hon er so stór, tí lívið var so stórt. Hon fyllir so nógv í tanka og kenslum, tí tú fylti so nógv.

Tað er faktiskt veldigt.



Men Harragud hvat eg sakni teg!



 

Kommentarer

  1. Okej hetta var so räduligani fantastiska flott skriva at eg finni ikki ord! Tú má bara geva hetta út í bók ella okkurt líknandi tá tú hevur meiri orku og lívid er ljósari aftur!

    SvarSlet

Send en kommentar