Hvat skal man gera, tá deyðin rakar?
Hvat skal man siga og hvat skal man gera, tá onkur missir eitt barn - ella ein kæran?
Her er ein listi yvir tað, sum hjálpti okkum væl:
1: Ver har. Tað ringasta, tá fólk eru í kreppu, skelki og so djúpari sorg - sum tey als ikki kann fata fyrstu dagarnar - er helst at vera einsamøll. So far. Ver har. Steðga so stutt ella so leingi, sum støðan leggur upp til. Men far. Sum ein segði: tá eg ikki orkaði fleiri fólk, stongdi eg hurðina. Men at hoyra, at fólk tóku í lásið gav mær stóran ugga.
Hjá mær eru tað vitjanir og uppmerksemi frá øðrum, sum hava hildið mær frá at søkka heilt til botns. Fólk, sum hava grátið við mær, tá eg havi grátið, sitið hjá mær, tá einki var at siga og prátað um annað, tá støðan var til tað. Fólk, sum ikki vistu, hvat tey komu til, men sum kortini komu ❤
2: Ikki hugsa um, hvat tú skalt siga, tí einki er at siga. Orð strekkja ikki til. Nógv tær bestu heilsanirnar eru tey, sum koma fyri at geva mær eitt klemm ella taka í hondina á mær við orðunum: »eg veit ikki, hvat eg skal siga, men eg vil bara heilsa uppá teg« ella »jesuspápi styrki tykkum«. Tí eingi troystandi orð røkka ❤
3: Tað praktiska. Eru børn, so skulu tey heintast og avleverast - og tey hava tørv á bæði at sleppa at syrgja - men eisini at bara vera børn og fáa pausur frá sorgini. Tey skulu hava matpakka og rein klæðir. Blæur skulu keypast. Tey, sum hava mist, megna neyvan at hugsa um hetta. At koma á gátt og bara taka sær av børnunum - spæla, lesa søgu ella bara práta ger eisini syrgjandi foreldrum væl, tí tey megna neyvan at gera hetta sjálvi ❤
4: Baka. Tað er so vælsignað at merkja kærleikan frá bakandi hondum. Bæði til at bjóða teimum, sum koma á gátt - og til ervið. Eitt fiff er tó at nýta einnýtis íløt - ella íløt, tú ikki ert serliga góð við - tí tað er vónleyst hjá teimum syrgjandi at skula bera tómu íløtini út til øll aftur. Ella kom sjálv aftur nakrar dagar seinni eftir tí. So hevur tú eisini eina umbering fyri at støkka inn á gólvið aftur ❤
5: Tað er nógv at ordna til eina jarðarferð. Um tey avvarandi ynskja at ordna hesi viðurskiftini sjálvi - tað gjørdu vit, tí eg kendi tað sum ein týdningarmiklan part av fatanarprosessini, og tí eg sjálv ynskti at gera hesi seinastu praktisku tingini fyri Benjamin - so stuðla og hjálp. Man kann saktans hava eina yvirskipaða fatan av, hvat skal gerast, men ikki hava orkuna at gera tað sjálv ella megna at yvirskoða allar smálutirnar. At fólk traðkaðu til og hjálptu til ervið, við sangheftinum - við at tosa og brainstorma um sangir og sálmar , at gera mat, at servera, at heinta sangirnar eftir prent, osv - var fantastiskt. Altso.. heilt, heilt óbeskriviliga fantastiskt og upplyftandi ❤
6: Dagin eftir jarðarferðina var eg glað og takksom. Og so kom niðurtúrurin. Eg hvarv í eitt svart hol. Bara græt og syrgdi og megnaði næstan ikki so frægt sum at lata meg í. At fólk tá framvegis komu á gátt, ringdu og skrivaðu, var gull vert.
Í gjár vóru tað fimm vikur, síðani Benjamin fór - og enn er tað ikki gingin ein, tann einasti dagur, har eingin er komin á gátt ella hevur boðið okkum út t.d. til døgurða, nátturða ella annað. Og tað er óbeskriviliga gott. Tí fyri mær rakti tann køvandi og altuppslúkandi sorgin ikki av álvara fyrr enn eftir jarðarferðina ❤
7: Loys ítøkiligar uppgávur. Skumpa kava í túninum. Keyp inn - mjólk, breyð, ost, wc-pappír - og ber teimum syrgjandi tað. Sig teimum frá, at ein nýgjørd lasagna verður leverað kl 18.
Ikki biðja tey syrgjandi siga frá, um tú fært hjálpt við nøkrum, tí tey megna ikki sjálvi at yvirskoða, hvat tað skuldi verið. Tíansheldur biðja um hjálp ❤
8: Send heilsanir, tá nakrar vikur eru farnar. Beint tá Benjamin andaðist, var húsið fult av blómum. Tað var gott og fløvandi. Men sama dag, sum allar tær blómurnar følnaðu, kom ein nýggj samkenslubukett. Hon var veruliga góð at fáa. Fyri meg merkti hon, at uppmerksemið hjá fólki og samkenslan ikki varð følnað saman við fyrstu blómunum, vit fingu ❤
9: Legg eina heilsan út á grøvina. Eg eri har úti minst tvær ferðir um dagin, og tað ger mær so ósigiliga gott at síggja, at onnur eisini vitja grøvina, minnast Benjamin og sakna hann ❤
10: Vísið teimum eftirsitandi, hvussu tann, sum farin er, hevur ávirkað tykkum. Greiðið teimum frá um góð minnir, tit hava, og hvussu tit fara at minnast viðkomandi. Eg havi fingið nógvar slíkar søgur - bæði munnliga og via facebook - frá nógvum ymsum fólki, og hóast eg neyvan man hava svarað øllum aftur, so ger tað mær so sera væl at uppliva, hvussu langt eitt menniskjalív røkkur í Føroyum. Tað er so gott at fáa settur Benjamin í ein stóran og víðan kontekst við nógvum ymsum fólkum, sum hava latið seg ávirkað av honum.
Eisini fólk, sum ikki kendu hann persónliga, men sum hava sæð okkum - og hann - hava skrivað til mín og sent mær myndir, sum eg einki visti um. Tað hevur stóran týdning fyri meg ❤
Bonusráð: Tá eg nú tosi um Benjamin, um deyða hansara ella um grøvina, so er tað ein partur av mínum nýggja veruleika, sum eg má fyrihalda meg til restina av lívinum. Tað er ikki fyri at gera onnur illa til passar ella fyri at dyrka deyða hansara. Tað er bara so - og ofta eru tað rímiliga ósentimentalar staðfestingar. Eg var á grøvini. Eg minnist okkurt um Benjamin. Tá Benjamin doyði, tá...
Sendið mær eingi hundaeygu um tað, takk ❤

(mynd frá Samvirke.dk)
Kommentarer
Send en kommentar